Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Side 32
48
Nr. 19.
11. februar.
KUNNGERÐ
um
norska brugduveiðu á landleiðini í 1983.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleið-
ini, er í 1983 loyvt skipum skrásett og heimahoyrandi í Noregi at skjóta brugdu á land-
leiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum.
§ 2. Loyvda veiðan er 150 tons av livur.
§ 3. Treyt fyri at inna fískiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) landsstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhesta-
kreftir og veiðuhátt,
2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio fiskivinnustovuni frá, tá ið tað kemur inn á
landleiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina,
4) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00
GMT,
5) skipið hvønn mánamorgun sigur fiskivinnustovuni frá veiðuni síðani seinastu
veiðuuppgávu,
6) skipið fylgir vegleiðingunum frá sjóverjuni og er henni til hjálpar í inningini av
tænastuni, og
7) skipið sigur fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd.
§ 4. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at skjóta, skal allur veiðireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 5. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur
veiðireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rind-
ingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er
skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 11. februar 1983.
Olaf Olseti
landsstýrismaður
/Árni Olafsson