Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 77
93
Nr. 32.
5. apríl.
KUNNGERÐ
um
skattainnkrevjing.
Við heimild í § 81, 2. stk. í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og
kommunuskatt hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Føroya Gjaldstova krevur inn landsskatt, kommunuskatt og kirkjuskatt undir
einum fyri alt landið.
2. stk. Landsskattur verður bert roknaður í heilum krónum soleiðis, at oyru falla
burtur.
3. stk. Skatturin verður kravdur í 10 gjøldum og soleiðis, at tey fyrstu 7 gjøldini svara
til 75% og tey seinastu 3 gjøldini til 25% av álíknaða skattinum. Apríl og desember
mánaðir eru gjaldfríir.
§ 2. Skatturin fellur til gjaldingar 1. í gjaldmánaðinum, men eiga skattgjaldarar
gjaldfrest til 20. í mánaðinum. Er 1. ella 20. í mánaðinum halgidagur, verður fyrst-
komandi yrkadagur aftaná at rokna í staðin.
2. stk. Er skatturin goldin aftaná gjaldfrest, verður roknað renta 1% fyri hvønn byrj-
aðan mánað aftaná gjalddag (1. i gjaldmánaðinum). Rentan fellur til landskassan.
3. stk. Er skatturin goldin áðrenn gjalddag, verður renta endurgoldin við 1% um
mánaðin. Landskassin heldur hesar rentuútreiðslur.
§ 3. Gjaldstovan avroknar kommunuskatt og kirkjuskatt við kommunurnar tann
15. í hvørjumgjaldmánaði,fyrstuferð 15. mai 1983 soleiðis: Sjey tær fyrstu avrokning-
arnar (mai-november) verða javnt býttar við 60% av álíknaðum kommunuskatti, og
tríggjar tær seinastu avrokningarnar (januar-mars) verða javnt býttar við 20% av
álíknaðum kommunuskatti. Við hesum býti er hædd tikin fyru 20% frádrátti av
álíkningini fyri møguligar eftirstøður, rættingar og avskrivingar.
2. stk. Pr. 31. mars ger Gjaldstovan endaliga upp fyri árið og avroknar kommun-
unum tann pening, sum tá er eftir av tí, sum inngoldið er, og ger samstundis kommun-
unum kunnugt, hvussu nógv eftir stendur, roknað í mun til samanlagda skattaút-
skriving.
§ 4. Henda kunngerð fær gildi frá og við skattárinum 1983/84, samstundis fer
kunngerð nr. 31 frá 30. apríl 1964 um skattainnkrevjing úr gildi.
FØROYA LANDSSTÝRI, 5. apríl 1983.
Tórbjørn Poulsen
landsstýrismaður
/J. Djurhuus