Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Side 79
95
§ 6. Loyvi til hýruvognskoyring kann bert gevast til koyring við akfari, sum er inn-
rættað til í minsta lagi 4 persónar, førarin viðroknaður, og hevur minst 4 hurðar. Eingin
hýruvognur má nýtast til fleiri persónar, enn hann er góðkendur til.
§ 7. Hýruvognurin skal á fremru helvt á tekjuni hava lykt, sum skal lýsa, tá vognurin
er leysur at leiga. Taklyktin má ikki lýsa aftureftir. Lyktin skal vísa grønt ljós uttan at
blinda og skal hava áskriftina »Hýruvognur«, »Taxi«, ella støðarnavn og ljósflatan
skal vera millum 75 og 260 cm2.
2. stk. Innanfyri forrútin skal vera eitt týðuligt frámerki, tá vognurin er leysur at
hýra. Skeltið skal kunna vísa grønt ljós frameftir í lyktatendringartíðini.
§8. I hýruvogninum skal eisini á sjónligum staði vera skelti, sum sigur frá navni og
bústaði loyvishavarans, skrásetingarnummari akfarsins, at akfarið er góðkent til
vinnuligan fólkaflutning, tal á ferðandi og møguligt navn á hýruvognsstøð. Kortið fæst
frá bygda(r)- /býráðnum.
§9. Á sjónligum staði uttan á hýruvogninum skal standa navn á loyvishavara ella
bilstøð og telefonnummar við bókstavum ella tølum, ið eru millum 35 og 60 mm høg,
og sum skilliga víkja í liti frá litinum á akfarinum.
§ 10. Annars galda fyri hýruvognar eftir hesi reglugerð vanligu reglurnar um tilgerð
og útgerð av akførum.
Gjald fyri koyring.
§ 11. Eintak av galdandi hýruvognstakstum skal vera í hýruvogninum og eftir
áheitan verða víst teimum ferðandi. Boð um hetta skal vera sligið upp í vogninum
soleiðis, at tann ferðandi lættliga sær hetta.
§ 12. Ikki má verða avtalað ella kravt hægri gjald enn góðkent av prísráðnum.
Nýtsla av loyvinum.
§ 13. Førarin á einum hýruvogni, sum er leysur, skal beinan vegin koma áheitan um
hýrukoyring á møti frá einum og hvørjum plássi í kommununi, um so er at veg- og
veðurviðurskiftini loyva hesum. Er persónur ikki skikkaður at taka við, hevur førarin
onga skyldu at koma áheitan um koyring á møti.
2. stk. Koyringin skal fara fram uttan steðg og eftir tí skjótasta vegi til tað plássið,
tann ferðandi ynskir at koma. Um tann ferðandi ynskir at koyra annan veg, skal hesin
vegurin undir vanligum umstøðum fylgjast. So leingi túrurin varar, skal bilførarin taka
onnur ferðandi ella viðføri uppí og seta onnur av, um tey ferðandi biðja um tað.
§ 14. Bygda(r)- /býráðið kann áseta nærri treytir í loyvinum um nýtslu av hýru-
vognum, limaskap í hýruvognsstøð, eins og tað kann áseta reglur fyri tílíkar støðir.
Revsing, kæra v.m.
§15. Loyvið kann takast aftur, um loyvishavarin grovt ella oftani hevur brotið sínar
skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.
2. stk. Avgerðir hjá bygda(r)- /býraðnum eftir hesi reglugerð kunnu kærast til
Føroya landsstýri innan 14 dagar aftaná at ein hevur fingið boð um avgerðina.