Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 81
97
Nr. 34.
14. apríl.
KUNNGERÐ
um
skráseting av motorakførum o. ø.
Sambært § 11,1., 2., 3.,4., 5. og6. stk., § 13,3. stk., § 14,3. stk., § 39,3. stk., § 55,3.
stk., § 58,1. stk., § 65,1. stk., § 66,1. og2. stk. og § 69 í lóg nr. 65 frá9. september 1963
um ferðslu vð seinni broytingum skipar landsstýrið fyri:
1. kapittul.
Almennar ásetingar.
Skrásetingarskyldug akfør.
§ 1. 011 motorakførogallirtraktorar uttan tey, sum nevnderu í § 12 í ferðslulógini,
skulu vera skrásett og hava nummarspjaldur (-spjøldur), áðrenn tey verða tikin í
nýtslu. Sama er galdandi fyri viðfestar vognar, legu- og síðuvognar til skrásetingar-
skyldug akfør, húsvognar og onnur viðfest amboð, sum verða nýtt uppi í motorakfari,
og sum eru soleiðis bygd, at tey hava meiri ferð enn 30 km um tíman.
Myndugleikar o. a.
§ 2. Skráseting fer fram hjá landfútanum (akfaraskránni). Akfør verða skrásett í
felagsskrá fyri alt landið; í hesi skrá skulu vera upplýsingar um hvørt akfar sær og um
ognarviðurskifti.
2. stk. Bileftirlitið skoðar akfør.
3. stk. Meginfloksgóðkenningar og floksgóðkenningar verða skrivaðar á Bileftirlit-
inum.
§ 3. Landfútin tekur avgerð um, hvussu ásetingarnar í § 5, 3. kapitli og 5. - 11.
kapittul skulu fremjast og fyrisitast.
2. stk. Landfútin kann sleppa akfari undan at verða skrásett, um tað í stóran mun
verður nýtt uttan fyri almennan veg. Samtíðis verður víst á øki, har akfarið kann verða
nýtt, og eisini kunnu aðrar treytir verða settar um útbúnað og nýtslu.
§ 4. Avgerðir landfútans kunnu kærast til landsstýrið.
2. stk. Avgerðir Bileftirlitsins kunnu kærast til landsstýrið.
Fráboðanarblað.
§ 5. Tá ið akfør eru til skoðanar ella verða fráboðað til skrásetingar, skal góðkent
fráboðanarblað nýtast. Fráboðanarblaðið skal alt tað ber til verða skrivað við maskinu
ella spjaldrastavum, skrivaðum við blekki, kúlupenni ella tílíkum. Er fráboðanarblað-
ið ótýðiliga, skeivt ella ófullfíggjað útfylt, ella er fráboðanin í aðrar mátar ófullkomin,
verður fráboðanin afturvíst, uttan so at hon lættliga kann gerast fullfíggjað.
2. stk. Fráboðanarblaðið verður undirskrivað annaðhvørt av tí, sum eigur (nýtir)
akfarið persónliga, ella hansara/hennara vegna sambært skrivligari fulltrú, ið skal
fylgja við fráboðanarblaðnum. A fráboðanarblaðnum og fulltrúnni verður skrivað
13 — Kunngcrðasavn 1983