Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Síða 82
98
fulla navn eigarans (nýtarans), bústaður og føðingardagur. Sum bústaður verður
skrivaður tann staður, har sum eigarin (nýtarin) býr ella hevur fast tilhald. Verður
akfarið varandi nýtt á einum vinnustað, verður tað upplýst í staðin.
3. stk. Tá ið eigari og nýtari av akfari ikki eru ein og sami persónur, verða navn og
bústaður hjá báðum skrásett. Tann, sum varandi ræður á akfarinum, verður mettur at
vera nýtari, sbr. § 4, 2. stk. í ferðslulógini.
2. kapittul.
Meginfloksgóðkenning, floksgóðkenning og góðkenningarváttan.
Felagsreglur.
§ 6. Meginfloksgóðkenning er fyri fleiri eins smíðað akfør, sum eru búgvin at taka í
nýtslu. Floksgóðkenning er fyri fleiri eins botngrindir. Góðkenningarváttan er fyri
einstaka botngrind, sbr. tó § 12, 2. stk.
2. stk. Hesi sløg av góðkenningum kunnu verða givin:
1) meginfloksgóðkenning,
2) uppískoyti til meginfloksgóðkenning,
3) floksgóðkenning,
4) uppískoyti til floksgóðkenning,
5) góðkenningarváttan.
§ 7. Akfar, ið kann verða meginfloksgóðkent, floksgóðkent ella góðkent við góð-
kenningarváttan, skal hava eina av hesum nevndu góðkenningum, fyrstu ferð tað
verður skrásett her á landi.
§ 8. Umsókn um góðkenning verður send Bileftirlitinum. Við umsóknini skulu
fylgja fullfiggjaðar upplýsingar um akfarið, neyðugar tekningar av tí og váttan frá
verksmiðjuni, har akfarið varð gjørt. Kravt kann verða, at akfarið (botngrindin) verður
latið Bileftirlitinum til kanningar, møguliga laðið. Eisini kann verða kravt, at partar av
akfarinum verða kannaðir á starvsstovu ella royndarstøð, sum Bileftirlitið vísir á.
Umsøkjarin ber útreiðslurnar av kanningini.
§ 9. Góðkenningin er bert galdandi, meðan akfarið (botngrindin) er smíðað og
útbúgvið í neyvum samsvari við hana. Bileftirlitið skal tí góðkenna allar broytingar
— bæði stórar og smáar — í smíði og útbúnaði, møguliga við nýggjari góðkenning,
áðrenn broytta akfarið (botngrindin) kann verða skrásett.
Meginfloksgóðkenning.
§ 10. Hesi akfør kunnu fáa meginfloksgóðkenning:
1) persónbilar,
2) vørubilar,
3) lastbilar,
4) motorsúkklur,
5) traktorar,
6) viðfestir vognar til bilar, um teir viðfestu vognarnir hava atkomubremsur ella
ikki hava bremsur,
7) húsvognar, sum hava atkomubremsur ella ikki hava bremsur, og