Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 83
99
8) onnur skrásetingarskyldug viðfest amboð til bilar, sum hava atkomubremsur ella
ikki hava bremsur.
2. stk. Treyt fyri meginfloksgóðkenning er, at akførini sum heild eru raðframleidd.
Floksgóðkenning og góðkenningarváttan.
§ 11. Hesi akfør skulu hava floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, um ikki
meginfloksgóðkenning verður givin:
1) persónbilar til fleiri enn 9 persónar, bilførarin íroknaður,
2) vørubilar,
3) lastbilar,
4) viðfestir vognar til bilar, og
5) leguvognar.
§ 12. Motorsúkklur og húsvognar skulu hava góðkenningarváttan, um ikki megin-
floksgóðkenning verður givin.
2. stk. Kravt kann verða, at motorsúkklur skulu vera latnar til skoðanar heilt liðugt
smíðaðar. Um so er, verður møgulig góðkenning eisini skrivað á vanligt fráboðanar-
blað, ið tá kann vera grundarlag undir fráboðan til skrásetingar.
§ 13. Brúkt akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi, kunnu tó verða skoðað
og skrásett uttan góðkenningarváttan, um akfarið í øllum lutum samsvarar við áður
givna meginfloksgóðkenning ella floksgóðkenning.
3. kapittul.
Skoðanar- og skrásetingarskylda.
A. Akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi.
§ 14. 011 skrásetingarskyldug akfør, ið ikki áður hava verið skrásett her á landi,
skulu fara til skoðanar og góðkenningar, og síðan fráboðast til skrásetingar, áðrenn
akfarið verður tikið í nýtslu.
B. Akfør, ið áður hava verið skrásett her á landi og akfør strikað av skránni.
§ 15. Akfar, ið er strikað avskránni, skal verða skoðað og góðkent ogsíðan skrásett,
áðrenn tað aftur verður tikið í nýtslu.
2. stk. Eru ikki neyðugar broytingar gjørdar, ið høvdu havt við sær skoðanarskyldu
fyri skrásett akfar, sbr. §§ 17-18, skal akfar, ið hevur verið strikað av skránni styttri enn
1 ár, tó ikki skoðast í hesum førum:
1) tá ið akfarið er fyrstu ferð skrásett fyri styttri enn ári síðan,
2) tá ið akfarið er skoðað og góðkent fyri styttri enn ‘/2 ári síðan.
3. stk. Uttan mun til ásetingarnar í 2. stk. krevst tó skoðan, um akfarið er strikað av
skránni av tí, at nummarspjøldrini eru tikin av tí vegna brek, av tí at akfarið hevur ikki
fingið góðkenning við skoðan, ella av tí at løgreglan sambært § 13,1. stk. í ferðslulógini
hevur funnið brek á akfarinum, ið høvdu givið orsøk til skoðanarblað. Eisini krevst
skoðan, um akfarið hevur verið skrásett uttanlands, eftir at tað er strikað.
C. Akfør, ið eru skrásett.
Eigaraskifti (nýtaraskifti).
§ 16. Tá ið skrásett akfar skiftir eigara (nýtara), hevur tann nýggi eigarin (nýtarin)