Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 84
100
skyldu at boða tað til skrásetingar so skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir
eigaraskiftið (nýtaraskiftið), um ikki akfarið verður strikað av skránni frammanundan.
Broytingar á akfari.
§ 17. í hesum førum, tá ið broytingar verða gjørdar í útbúnaði á einum akfari, hevur
eigarin (nýtarin) skyldu at boða tað til skrásetingar, áðrenn broytta akfarið verður tikið
í nýtslu:
1) tá ið bygnaðarbroytingar verða gjørdar í stýrisgøgnum, bremsum ella berandi
bygningi,
2) tá ið íkoplingarútbúnaður verður ásettur ella broyttur, eitt nú til síðuvogn hjá
tvíhjólaðari motorsúkklu,
3) við skifti til gass sum drívmegi, og
4) um eginvektin verður broytt meira enn 50 kg.
2. stk. Fyri fráboðan til skrásetingar skal akfarið skoðast og góðkennast. Sama er
galdandi, um biðið verður um at fáa skrásettar broytingar í eginvektini upp á 50 kg ella
minni.
3. stk. Skiftir akfar annars til aðra drívmegi enn ta, sum tað er góðkent til við skráset-
ingina, skal tað verða boðað til skrásetingar, eftir at akfarið fyrst er skoðað, áðrenn tað
verður tikið í nýtslu.
Broytt nýtsla.
§ 18. Skiftir akfar til aðra nýtslu enn ta, sum tað er skrásett til, skal tað boðast til
skrásetingar. Farið má ikki verða yvir til aðra nýtslu, fyrr enn boðað er til broytta skrá-
seting, sbr. tó 3. stk.
2. stk. Aðrenn boðað verður til skrásetingar, skal akfarið skoðast og góðkennast í
hesum førum:
1) tá ið ynskt verður, at akfar, ið higartil hevur verið skrásett til last- ella vøruvogns-
koyring, skal verða skrásett til persónkoyring, ella tá ið akfar, sum higartil hevur
verið skrásett at nýta til persónkoyring, skal verða skrásett til last- ella vøru-
vognskoyring,
2) tá ið ynskt verður, at akfar skal nýtast til
a) vinnuligan persónflutning,
b) at leiga út uttan førara,
c) venjingarkoyring,
d) sleip, ella
e) neyðsendarkoyring.
3. stk. Aðrenn skráseting til aðra nýtslu verður avgreidd, skal akfaraskráin ansa
eftir, at ábyrgdartrygging til ta broyttu nýtsluna er teknað og komin í gildi.
D. Samankopling av akførum.
§ 19. Bilur og skrásetingarskyldugur traktorur kunnu bert verða samankoplaðir við
skrásetingarskyldugt viðfest akfar, sum bilurin ella traktorurin sambært skrásetingar-
treytum kann samankoplast við.
2. stk. Motorsúkkla kann bert verða samankoplað við síðuvogn, sum motorsúkkla
sambært skrásetingini kann samankoplast við.
Ávísar samansetingar.
§ 20. Bilur ella skrásetingarskyldugur traktorur, ið skal nýtast í sambandi við ávíst
viðfest akfar (føst samanseting) ella fleiri ávís viðfest akfør (skiftandi samanseting),