Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 85
101
skal skoðast og góðkennast saman við viðfestu akførunum; tínæst verða akførini
boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar, sbr. tó 3. - 5. stk.
2. stk. Motorsúkkla, ið skal nýtast í sambandi við ein ella fleiri síðuvognar, skal
saman við síðuvogninum (-vognunum) skoðast og góðkennast; tínæst verður motor-
súkklan boðað til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.
3. stk. Bileftirlitið kann loyva, at bert tað akfarið, sum skal vera uppi í einum
vognrað, verður skoðað, um so er, at koplingartilskilanin er latin fyri hitt akfarið, sbr. §
33, og Bileftirlitið metir tað ráðiligt, at spurningurin um góðkenning av samankopling
av akførunum verður avgjørdur, uttan at bæði akførini verða skoðað.
4. stk. Bileftirlitið kann loyva, at spurningurin um góðkenning av samankopling
verður avgjørdur, uttan at hvørki akfarið, ið dregur, ella tað viðfesta akfarið verður
skoðað, treytað av, at koplingartilskilan er latin fyri bæði akfarið, ið dregur, og tað
viðfesta akfarið.
5. stk. Skrásett, viðfest akfar skal bert verða boðað til skrásetingarbroytingar, um
1) viðfesta akfarið higartil hevur verið skrásett fast samansett við eitt akfar, ið
dregur, og tað nú verður góðkent samansett við
a) eitt annað ávíst dragandi akfar, ella
b) fleiri ávís dragandi akfør, ella um
2) viðfesta akfarið higartil hevur verið skrásett samansett við fleiri ávís dragandi
akfør, og tað nú einans verður góðkent í fastari samanseting við eitt dragandi
akfar, ella
3) tann, sum eigur (nýtir) viðfesta akfarið, vil hava tann broytta skoðanar- og góð-
kenningardagin skrásettan.
Oskoðað samankopling.
§ 21. Lastbilur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling við leguvognar, ella legu-
vognur, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling, skal verða skoðaður og góðkendur
til tað, og lastbilurin ella leguvognurin síðan boðaðurtil skrásetingarella skrásetingar-
broytingar.
2. stk. Persónbilur, vørubilur, viðfestur vognur, húsvognur ella annað skrásetingar-
skyldugt viðfest amboð, ið skal nýtast til óskoðaða samankopling, skal góðkennast til
tað og síðan boðast til skrásetingar ella skrásetingarbroytingar.
4. kapittul
Skoðan.
A. Akfar latið til skoðanar.
Skoðanarstaður.
§ 22. Akfør verða skoðað hjá Bileftirlitinum.
At biðja um tíð.
§ 23. Bileftirlitið kann nokta at skoða akfar, um ikki skoðanartíð er avtalað
frammanundan.
Neyðug skrásetingarskjøl.
§ 24. Tá ið akfar, ið ikki fyrr hevur verið skrásett her á landi, verður latið til skoð-
anar, skal tann, sum biður um skoðan, lata inn:
1. Útfylt fráboðanarblað.