Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 86
102
2. Prógv fyri, at akfarið er skrásett áður, um tað er innflutt brúkt úr útlondum. Tað
er ikki nóg mikið við váttan frá tollvaldinum.
3. Floksgóðkenning ella góðkenningarváttan, um akfarið skal floksgóðkennast ella
hava góðkenningarváttan sambært §§ 11 ella 12, smb. § 7.
4. Vektseðil. Bileftirlitið kann tó sleppa kravinum um, at vektseðil skal latast inn,
um so er at eginvektin kann ásetast nóg neyvt annaðhvørt við aðrari viging ella
við tí kunnleika, Bileftirlitið hevur um flokk og útgerð akfarsins.
2. stk. Bileftirlitið kann harumframt krevja skjøl, ið lýsa viðurskifti, ið ikki fáast
kannað við vanligu útgerðini á skoðanarstøðunum.
§ 25. Tá ið akfar, ið er ella áður hevur verið skrásett her á landi, skal skoðast, skal
umskjarin lata inn:
1. Útfylt fráboðanarblað.
2. Seinastu skrásetingarváttan fyri akfarið og møguligar ískoytingar og
koplingarváttanir. Ber ikki til at útvega skrásetingarváttan, krevst loyvi frá
akfaraskránni til skráseting uttan at seinasta skrásetingarváttan verður latin inn.
3. Møgulig góðkenningarváttan eftir §§ 11 ella 12.
2. stk. Eru bygningarbroytingar gjørdar á stýrisgøgn, bremsurella berandi bygningi
í mun til tað upprunaliga, verður tað tilskilað í fráboðanini. Meiri prógv kann verða
kravt í sama mun sum nevnt í § 24, 2. stk.
B. Sjálv skoðanin.
Kanning av akfarinum.
§ 26. Akfar, ið skal skoðast, skal vera í tílíkum standi, eitt nú reingjørt, so at tað
kann skoðast uttan tarn.
2. stk. Viðfest akfar skal altíð vera fest í hóskandi akfar, sum dregur, tá ið tað verður
skoðað, eisini um bert tað viðfesta akfarið skal skoðast.
3. stk. Bileftirlitið kann krevja, at akfarið verður loyst frá ella laðið, um tað er
neyðugt til tess at skoða tað ella meta um eginleikar tess.
4. stk. Uppi í skoðanini er royndarkoyring; tá skal starvsfólk hjá Bileftirlitinum føra
akfarið.
5. stk. Er akfarið, ella hevur tað áður verið skrásett her á landi, skal Bileftirlitið ansa
eftir, at akfarið er eitt og hitt sama sum tað,ið nevnt er i seinastu skrásetingarváttan. Er
akfarið umsmíðað, skal ansast eftir, um akfarið er broytt so, at tollkrøv standast av.
Um so er, ella í ivamálum, verður akfarið víst til Gjaldstovuna, áðrenn tað verður
góðkent.
Listi yvir brek.
§ 2. Bileftirlitið skal ansa eftir, at akfarið er í slíkum standi, sum fyriskipað er. í
hesum sambandi verður skrivaður listi yvir tey brek, sum komið verður fram á við
skoðanini.
2. stk. 011 funnin brek á akfarinum skulu skrivast á listan. Er akfarið í so ringum
standi, at tað er óvanliga tíðarkrevjandi at upprokna øll brekini, ella krevur akfarið at
verða reinskað meira til tess at verða kannað til fulnar, verða tó bert tey týdningar-
mestu og skjónskastu brekini sett á listan. Tá ið so er, verður viðmerkt á listanum, at
hann er ófullfiggjaður.
3. stk. Listin við brekum verður fingin tí, sum letur akfarið til skoðanar, beint eftir at
skoðanin er liðug. Hesin listi skal verða havdur við, um akfarið aftur verður skoðað.