Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 88
104
akfarið uttan skoðan kann góðkennast til koyring við ávísum øðrum íkoplaðum
(dragandi) akførum, sbr. § 20, 3. og 4. stk.
2. Akfarið verður ikki góðkent.
§ 34. Tá ið akfarið ikki verður góðkent, verður hetta skrivað á fráboðanarblaðið.
Bileftirlitið dagfestir og undirskrivar áritið. Fráboðanarblaðið og onnur skjøl, sum inn
eru latin, verða fingin fráboðaranum aftur.
2. stk. Heldur Bileftirlitið tað vera óráð at lata akfarið koyra frá skoðanarstaðnum
við nummarspjøldrum, skal tað alt fyri eitt taka tey av akfarinum, tá ið tað verður
skoðað, og fáa akfaraskránni tey.
5. kapittul.
Skráseting.
A. Fráboðan til skrásetingar.
§ 35. Boðað verður frá skráseting á akfaraskránni.
2. stk. Utfylt fráboðanarblað verður latið inn, sbr. § 5. Fráboðarin skal útvega skrá-
setingartilfar, so sum nevnt er í §§ 36-40.
B. Skrásetingartreytir.
Skjalprógv um, at akfarið er í fyriskipaðum standi.
§ 36. Fyri akfør, ið skulu skoðast, verður latið inn fráboðanarblað við góðkenn-
ingarváttan frá Bileftirlitinum. Góðkenningin kann í mesta lagi '/2 ár vera støði undir
fráboðan til skrásetingar til ta nýtslu, sum akfarið er góðkent til. Hevur akfarið skift
eigara (nýtara) eftir, at tað er fráboðað til skrásetingar, skal eisini verða latið inn
fráboðanarblað viðvíkjandi nýggja eigaranum (nýtaranum).
2. stk. Viðfest akfar kann bert verða skrásett, um tað ber til at skjalprógva, at
dragandi akfar er góðkent til at kunna samankoplast við viðfesta akfarið, og tað
dragandi akfarið annaðhvørt er ella skal skrásetast til samankoplingar við tað. Viðfest
akfar, ið er góðkent til óskoðaða samankopling, og húsvognur kunnu tó skrásetast,
uttan at dragandi akfar er góðkent ella skrásett til samankoplingar við viðfesta akfarið.
Skjalprógv um tollgjalding ella tollfrítøku (tollskjal) og um, at ábyrgdartrygging er
teknað (tryggingarskjal).
§ 37. Tað skal latast inn skjal sum prógv um tollgjalding ella tollfritøku.
§ 38. Prógv verður latið fyri, at ábyrgdartrygging geldur fyri avvarðandi akfar sum
fyriskipað í ferðslulógini, sbr. tó 2. stk. Akfarið skal vera tryggjað fyri ta nýtslu, tað
verður ynskt skrásett til. Hevur akfarið íkoplingarútbúnað, skal tryggingin galda fyri
koyring við viðfestum akfari.
2. stk. Tryggingarprógv krevst ikki í sambandi við skrásetingarbroytingar orsakað
av, at útbúnaður á akfarinum verður broyttur, uttan tá ið íkoplingarútbúnaður verður
ásettur — sbr. § 17.
Skjalprógv um møguliga skráseting fyrr.
§ 39. Er akfarið innflutt brúkt úr útlondum, skal útlendskt skrásetingarskjal ella
annað skjalprógv um tað útlendsku skrásetingina latast inn. Tollváttan einsamøll er