Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 89
105
ikki nóg gott skjalprógv. Hevur akfarið nummarspjøldur, verða tey innlatin, uttan so
at tey eru send av landinum.
C. Sjálv skrásetingin.
1. Skrásetingartreytirnar loknar.
Skráseting.
§ 40. Akfar kann bert skrásetast, um eigarin (nýtarin), sum nevndur er í fráboðan-
arblaðnum, sbr. § 5, hevur fastan bústað her á landi.
2. stk. Metir akfaraskráin, at skrásetingargrundarlagið er í lagi, útfyllir hon skrá-
setingarprógv. Harumframt útflýggjar hon nummarspjøldur, um akfarið hevur ikki
verið skrásett, elia um skrásett akfar skal hava onnur nummarspjøldur enn framman-
undan.
3. stk. Eru ískoytingarváttanir ella íkoplingarváttanir givnar í samband við skoðan-
ina, skrivar akfaraskráin møgulig vantandi skrásetingarnummur á hesar váttanir.
4. stk. Skrásetingarváttan verður handað ella send eigaranum (nýtaranum).
§ 41. Er akfarið innflutt brúkt úr útlondum, verður á skrásetingarváttanina og á
skránna í teiginum »Skrásett fyrstu ferð« skrivaður dagurin, tá ið akfarið varð skrásett
fyrstu ferð. Er dagurin ókendur, verður skrivað framleiðsluár, møguliga eftir upplýs-
ingum frá Bileftirlitinum. Akfør, ið ikki eru nýsmíðað, og sum ikki áður hava verið
skrásett í Føroyum ella aðrastaðni — her uppií akfør smíðað burtur úr eldri akfari ella
burtur úr lutum av fleiri eldri akførum soleiðis, at nýggjur tollur skal gjaldast, tá ið tað
verður skrásett — verður tilskilað fyrsta framleiðsluár; Bileftirlitið váttar framleiðslu-
árið. um neyðugt eftir ætli. Tá ið farið verður eftir framleiðsluári, verður akfarið mett
skrásett fyrstu ferð í endanum á tí árinum.
2. stk. Verður dragandi akfar góðkent fast samansett við viðfest akfar, verður
skrásetingarnummarið á tí dragandi akfarinum sett á skrásetingarváttanina fyri
viðfesta akfarið. Eisini verður skrásetingarnummarið á viðfesta akfarinum sett á skrá-
setingarváttanina fyri tað dragandi akfarið.
Boð um skráseting.
§ 42. Tá ið akfar, ið seinast hevur verið skrásett uttanlands, verður skrásett her á
landi, fáa avvarðandi myndugleikar í tí landinum, har akfarið var skrásett, boð um, at
akfarið er skrásett her.
2. Skrásetingartreytirnar ikki loknar.
§ 43. Kemur akfaraskráin til tað, at treytirnar fyri skráseting ikki eru loknar, sýtir
hon fyri at skráseta akfarið.
§ 44. Um komið verður fram til, eftir at akfarið er skrásett, at skrásetingargrundar-
lagið ikki hevur verið í lagi, ger akfaraskráin av, um skrásetingarváttan og nummar-
spjaldur (-spjøldur) skulu verða afturtikin.
14 — Kunnfii'rAiisavn 19X3