Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 90
106
6. kapittul.
Flvting og striking av skrá.
Flyting.
§ 45. Tá ið tann, sum eigur (nýtir skrásett akfar, skiftir bústað (ella uppihald ella
vinnustað), (sbr. § 5,2. stk. 3. og 4. pkt.) skal akfaraskráin hava skrivlig boð um tað so
skjótt sum til ber og ikki seinni enn 14 dagar eftir flytanina.
2. stk. Er eigari (nýtari) burtur bráfengis og ikki meira enn 5 mánaðir, er óneyðugt at
boða frá flyting.
§ 46. Fer eigari (nýtari) av skrásettum akfari av landinum og flytur frá bústaði sínum
her, verður akfarið strikað av skránni, smb. § 47, uttan so at eigarin (nýtarin) verður
burturstaddur styttri enn 5 mánaðir, ella um akfaraskráin í serligum førum loyvir, at
akfarið verður standandi skrásett her á landi.
Striking av skránni.
§ 47. Skrásett akfar verður strikað av skránni á akfaraskránni.
2. stk. Tá ið akfar verður strikað, verða nummarspjøldrini innlatin til akfara-
skránna. Verða nummarspjøldrini søgd at vera horvin, skal akfaraskráin lýsa eftir
teimum. Koma tey seinni aftur í aftur, skulu tey beinan vegin latast løgregluni.
§ 48. Tá ið sýtt verður fyri at góðkenna skrásett akfar við skoðan, smb. § 34,1. stk.,
orsakað av breki, ið ikki kann umvælast innan fyri stutta tíðarfreist, skal løgreglan so
skjótt sum til ber taka nummarspjøldrini av akfarinum.
2. stk. Nummarspjøldrini verða ikki avtikin, um eigarin (nýtarin) vísir fram frá-
boðanarblað við góðkenningaráriti frá Bileftirlitinum, ið er dagfest eftir sýtingina.
3. stk. Tá ið akfaraskráin hevur fingið nummarspjøldrini, strikar hon akfarið av
skránni.
7. kapittul.
Nummarspjøldur o.a.
Nummarrøð.
§ 49. Nummarspjøldur skulu vera rætthyrnt (rektanguler) ella puntskapað, og á
teimum skulu vera ein ella tveir bókstavir framman fyri tal, ið kann hava upp í 5
taltekn. Tølini verða býtt sundur í røð eftir slagi av akfari og nýtslu.
Útflýggjan o.a.
§ 50. Nummarspjøldur til skrásett akfør verða útflýggjað frá akfaraskránni móti
gjaldi.
2. stk. Nummarspjøldrini skulu fylgja akfarinum, so leingi tað verður verandi skrá-
sett uttan mun til eigaraskifti (nýtaraskifti), ella um eigarin (nýtarin) skiftir bústað.
Skal akfarið flytast í annað nummarrað enn frammanundan vegna skrásetingarbroyt-
ing, verða nýggj nummarspjøldur útflýggjað móti gjaldi.
3. stk. Verður akfar strikað av skránni, ella skal tað hava onnur nummarspjøldur
vegna skrásetingarbroyting, verða nummarspjøldrini, ið akfarið frammanundan hevur
havt, latin inn til akfaraskránna.