Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 91
107
Hvar nummarspjøldrini skulu setast.
§ 51. Skrásetingarskyldugt akfar skal hava 2 nummarspjøldur, ið verða sett framm-
an og aftan á akfarinum. Puntskapað nummarspjøldur verða sett aftan á akfarinum.
Motorsúkklur og viðfest akfør skulu tó bert hava eitt nummarspjaldur, ið verður sett
aftan.
§ 52. Nummarspjaldrið skal vera á ásýniligum stað, loddrætt ella næstan loddrætt
og vinkulrætt á longdarásin hjá akfarinum.
2. stk. Skrúvur at festa nummarspjøldrini við skulu ikki fjala bókstavir og tøl á
nummarspjaldrinum. A skrúvuhøvdinum skal vera ein hetta við sama liti sum spjaldr-
ið.
3. stk. A nummarspjaldrinum má ikki vera ramma ella umgerð, sum fjalir part av
spjaldrinum. Tó kunnu endurskins-nummarspjøldur hava rammu ella umgerð, sum
bert fjalir tann kantin, ið er uttan fyri upptrýstu rondina. Rammur og umgerðir á
nummarspjaldri megu ikki forða fyri, at gott ljós er á nummarspjøldrunum, og at tey
eru løtt at lesa.
Reingerð o.a.
§ 53. Nummarspjøldur skulu vera sjónlig og lættlisin. Ongar skrúvur, merki ella
annað prýði skulu vera á teimum.
Burturmist nummarspjøldur.
§ 54. Er nummarspjaldur burturmist ella skatt og tí ólesandi ella ónýtiligt av øðrum
orsøkum, skal akfaraskráin hava boð um tað alt fyri eitt.
2. stk. Hevur akfarið bert eitt nýtiligt nummarspjaldur, kann løgreglan geva
skrivligt loyvi til framhaldandi nýtslu av akfarinum við teirri treyt, at tað nýtiliga
nummarspjaldrið verður sett aftan á akfarinum. Loyvið, ið skal vera tíðaravmarkað,
skal vera havt við, tá ið koyrt verður, og víst løgregluni, um hon biður um tað.
3. stk. Samtíðis sum nýggj nummarspjøldur verða útflýggjað í staðin fyri tey, ið eru
burturmist ella ónýtilig, skulu tey latast inn til akfaraskránna. Kemur burturmist
nummarspjaldur aftur í aftur, skal tað alt fyri eitt verða latið løgregluni.
Eftirgerð o.a.
§ 55. Ikki er loyvt á akfarið at seta plátur og áskriftir, sum í sniði, innihaldi og útgerð
ella ásetingarhátti kunnu mistakast fyri fyriskipaðar ella loyvdar plátur og áskriftir
8. kapittul.
Royndarspjøldur.
§ 56. Bráfeingis ella hissini koyring við skrásetingarskyldugum akførum, sum ikki
eru skrásett, er loyvd, tá ið givið verður gætur eftir niðanfyri nevndu reglum, soleiðis at
akfarið í staðin fyri vanlig nummarspjøldur fær royndarspjøldur.
2. stk. Royndarspjøldur kunnu verða lænt fyri longri tíð (føst spjøldur) ella fyri
styttri tíð (leys spjøldur).
§ 57. Føst spjøldur verða útflýggjað til verksmiðjueigarar, sølumenn. innflytarar,
flutningsavgreiðslur og umvælarar. Royndarspjøldrini mugu ikki verða nýtt av øðrum
enn tí persóni, tí virki ella tí undirdeild, sum tey eru útflýggjað til, ella sum avvarðandi