Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 92
108
akfar sambært niðanfyri nevndu áseting kann verða latið í hendur.
2. stk. Leys royndarspjøldur kunnu verða lænt teimum. sum nevnd eru í 1. petti, og
øðrum til nýtslu. sambært reglunum í hesi kunngerð.
3. stk. Utflýggjanin er í Tórshavn á fútaskrivstovuni, uttan fyri Tórshavn á avvarð-
andi sýsluskrivstovu ella løgreglustøð. Tey mugu bert verða útflýggjað til fólk, sum
løgreglan ella sýslumaðurin kennir, ella sum føra prógv fyri sær t.d. at vísa fram
ferðapass. førarabræv, dópsbræv ella tílíkt.
4. stk. Fyri føst royndarspjøldur teknar lánarin ábyrgdartrygging, meðan landfútin
tekur ábyrgdartrygging fyri leys royndarspjøldur.
5. stk. Fyri føst royndarspjøldur verður ásett fast gjald, sum skal rindast í ársfjórð-
inginum frammanundan og gjald fyri sjálv spjøldrini. Fyri leys royndarspjøldur verður
ásett fast gjald fyri samdøgrið. Gjaldið fyri føst royndarspjøldur verður kravt inn á
sama hátt sum galdandi er fyri vegskatt fyri motorakfør. Gjaldið fyri leys spjøldur
verður goldið til útflýggjaran og kann verða kravt goldið frammanundan fyri tað tíðar-
skeið. sum ætlanin er at nýta spjøldrini.
§ 58. Koyring við royndarspjøldrum er bert loyvd í niðanfyri nevndu førum:
a) Roynd og stilling av nýggjum akførum ella koyriroynd vegna umvæling av ak-
førum. harafturímóti ikki tilkoyring av nýggjum ella umvældum akførum.
b) Tá ið akfar verður sýnt fram ella roynt vegna sølu. Akfarið má ikki samstundis
havast til aðra nýtslu so sum aðra koyring fyri virkið. Fleldur ikki má akfarið sam-
stundis verða nýtt til vanliga stuttleikakoyring ella til farmaflutning út um tað, ið
neyðugt er til at sýna tað fram, og tað má ikki lænast møguligum keyparum til sjálv-
støðugt at royna akfarið. Keyparin, næstingar hansara og fólk, ið eru keyparanum
til hjálpar við at meta um akfarið. kunnu stýra tí, tá ið seljarin ella umboð hansara
eru í akfarinum. Sýningar- og royndarkoyring má bert fara fram eftir áheitan í
hvørjum einstøkum føri frá møguligum keypara av akfari av sama slagi; hetta
geldur tó ikki framsýning fyri sølumenn.
c) Tá ið farið verður eftir akfari. ella tað verður latið aftur vegna umvæling ella latið út
vegna sølu.
d) Koyring. ið neyðug er í sambandi við skráseting ella góðkenning av akfarinum.
e) Flutningur av akfarinum til annan sølumann, annan sølu- ella framsýningarstað
ella aðra goymslu.
f) Koyring í sambandi við upp- ella innskipan av akfari, sum kemur ella fer sum
farmur.
2. stk. Koyring við royndarspjøldrum er ikki loyvd í tíðini millum kl. 18.00 og kl.
16.00 og heldur ikki sunnudagar ella halgidagar fólkakirkjunnar. Henda regla er tó
ikki galdandi fyri koyring, sum nevnd er í 1. petti undir f).
§ 59. Royndarspjøldur mugu ikki verða nýtt á akførum, har nummarspjøldrini eru
tikin burtur eftir fyriskipan løgreglunnar; undantikin hesum er tó koyring, ið neyðug
er í sambandi við skráseting, tá ið akfarið er sett í tann stand, sum fyriskipað er.
§ 60. Hóast ásetanina í § 56, stk. 1. kunnu royndarspjøldur verða nýtt í skrásettum
akfari til koyring, ið neyðug er í samband við skráseting ella umskráseting, tá ið tað
skal hava nýggj nummarspjøldur. Tey burturtiknu, gomlu nummarspjøldrini ella tey
útflýggjaðu nýggju skulu tá verða havd við á akfarinum.