Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 93
109
§ 61. Misnýtsla av royndarspjøldrum soleiðis, at tey verða nýtt til annað, enn nevnt
er í § 58, ella soleiðis, at tað er brot á frammanfyri nevndu ásetingar, ella tað er koyring
við akførum, ið vandamikil eru fyri ferðslutryggleikan, kann, umframt revsiábyrgd
hava við sær, at royndarspjøldrini eftir avgerð løgreglunnar verða tikin, og at roynd-
arspjøldur verða ikki flýggjað aftur til avvarðandi persón, virki ella undirdeild í ávíst
tíðarskeið, sum tó ikki er meir enn eitt ár.
9. kapittul.
Eftirlit við akførum.
A. Tíðarviss skoðan.
Skoðanarskyldug akfør.
§ 62. 011 skrásett akfør skulu skoðast við ávísum millumbilum.
2. stk. Bileftirlitið gevur eigara (nýtara) av akfari skoðanarboð eina ferð um árið; tó
skulu akfør, ið eru skrásett til vinnuliga persónkoyring, hava skoðanarboð tvær ferðir
um árið.
Sjálv skoðanin o.a.
§ 63. Tá ið akfar skal skoðast, skulu vísast fram skoðanarboð frá Bileftirlitinum,
seinasta skrásetingarváttan fyri akfarið og møguligar ískoytis- og íkoplingarváttanir.
Annars galda reglurnar, sum nevndar eru í §§ 22-23 og 26-30 um at lata akfar til
skoðanar og sjálva skoðanina fyri tíðarvissa skoðan.
§ 64. Sýtir Bileftirlitið fyri at góðkenna akfarið, og má tað haldast at vera óráð at lata
tað koyra frá skoðanarstaðnum við nummarspjøldrum, verða tey tikin av við skoðan-
ina. Tann, ið kemur við akfarinum fær skrásetingarváttan og møgulig skjøl aftur.
2. stk. Nummarspjøldur, ið eru avtikin við skoðanina, verða send ella latin akfara-
skránni sama dag. Hevur ikki borið til at taka nummarspjøldrini av við skoðanina,
skal Bileftirlitið beinan vegin biðja løgregluna gera tað. Fyri tøku av nummarspjøldr-
um galda reglurnar í § 48.
Eftirlit.
§ 65. Bileftirlitið hevur umsjón við, at akfør, ið fáa boð um tíðarvissa skoðan, verða
skoðað. Verður ikki komið við akfari til skoðanar, møguliga eftir at áminning hevur
verið givin, skal Bileftirlitið biðja løgregluna taka nummarspjøldrini av akfarinum.
Fyri tøkuna galda reglurnar í § 48, 2. og 3. stk.
B. Skoðan eftir § 13, 3. stk. í ferðslulógini.
Boð.
§ 66. Hevur kanning eftir § 13, 1. stk. í ferðslulógini víst at skrásett akfar hevur brek,
ið ikki hava við sær. at nummarspjøldrini skulu takast av, men sum krevja, at akfarið
fær skoðanarboð fyri at vita, um brekini eru umvæld, fær Bileftirlitið boð og skal tá við
stuttari freist geva eigaranum (nýtaranum) skoðanarboð.
2. stk. Eru nummarspjøldrini tikin av við kanning eftir § 13, 1. stk. í ferðslulógini,
verða tey innlatin til akfaraskránna, sum strikar akfarið av skránni.
3. stk. Reglurnar í §§ 63 og 64 galda fyri hesar skoðanir.