Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 94
110
4. stk. Skrásett akfør kunnu verða latin til sjálvbodna skoðan hjá Bileftirlitinum at
vita, um akfarið er í standi sum fyriskipað.
Tøka av nummarspjøldrum.
§ 67. Hevur eigari (nýtari) av akfari, ið hevur nummarspjaldur (-spjøldur), skyldu at
boða skrásetingarmyndugleikunum frá viðvíkjandi akfarinum og ikki ger hesa skyldu
sína, sambært hesi kunngerð, kann løgreglan taka nummarspjøldrini av akfarinum.
10. kapittul.
Útlendsk akfør.
§ 68. Býr eigari (nýtari) av akfari, ið er innflutt úr útlondum og skrásetingarskyldugt
samb. § 1, her á landi, skal akfarið skrásetast ella øll nummarspjøldur avhendast løg-
regluni innan 14 dagar eftir, at tað er innflutt.
2. stk. Fær eigari (nýtari), ið ikki býr her á landi, bústað her, eftir at akfarið er
innflutt, ella letur hann akfarið til eigara (nýtara), sum býr her, skal akfarið skrásetast
ella nummarspjøldrini takast av tí innan 14 dagar eftir tað.
11. kapittul.
Makaskjal av skrásetingarváttan o.ø.
§ 69. Makaskjal av skrásetingarváttan kann bert verða skrivað í hesum førum:
1) til almenna nýtslu,
2) til tann, sum er skrásettur eigari (nýtari) av avvarðandi akfari, tá ið upplýst
verður, at makaskjalið skal nýtast sum skjalprógv fyri almennum myndugleik-
um.
3) til tann, ið er skrásettur eigari (nýtari) av avvarðandi akfari, tá ið tað er skrásett til
at leiga út uttan akstjóra,
4) til tann, sum í skránni er settur sum eigari (nýtari) av avvarðandi akfari, tá ið
hann skrivliga váttar, at upprunaváttanin er burturmist, ella tá ið hann sam-
stundis letur frá sær upprunaváttanina skadda,
5) til tann, sum sambært úrskrift úr fútabók, dómabók ella tílíkari eigur akfarið,
hóast tað ikki stendur í skránni, ta ið øll líkindi eru til, at ikki ber til at útvega
upprunaváttanina, og
6) til tann, sum sambært skrivligari váttan frá skrásetta eigaranum (nýtaranum) nú
eigur akfarið, tá ið øll líkindi eru til, at ikki ber til at útvega upprunaváttanina.
2. stk. Makaskjøl verða skrivað sum upprunaváttanin, men orðið »Makaskjal«
verður skrivað á tað. I førum, sum nevnd eru undir 1. stk., 1-3 omanfyri, verður eisini
skrivað, at makaskjalið ikki kann nýtast í sambandi við skráseting.
3. stk. Makaskjøl av ískoytisváttanum og koplingarváttanum kunnu latast eigara
(nýtara) av akfari.
4. stk. Umbøn um makaskjal verður send akfaraskránni.
12. kapittul.
Ásetingar um, nær kunngerðin fær gildi o.t.
§ 70. Henda kunngerð fær gildi beinan vegin, og samtíðis fara úr gildi Bekendt-
gørelse nr. 321 af 29. november 1930 for Færøerne om motorkøretøjer m.m., sum