Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 102
118
Nr. 41. 22. apríl.
KUNNGERÐ
um
trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar.
Við heimild í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinni broytingum um fiskiveiðu
á landleiðini hevur Føroya landsstýri saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrinum er hóast forboðið í kunngerð
nr. 20 frá 29. apríl 1981 loyvt við fiskiførum 55 br. reg. t. til støddar og minni at veiða
við troli á landleiðini í niðanfyri nevndu tíðarskeiðum á hesum pørtum av landleiðini
innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum, javnber viðhefta kortskjal:
Øki 1: í tíðarskeiðinum frá 15. juni 1983 til 8. august 1983, báðir dagar íroknaðir,
uttan fyri 7 fjórðingar úr landi í millum tvær linjur, onnur drigin úr Norðbergi
(62°21 ’ 16” N 06°18’00” V) í rættvísandi norðan og hin úr Bispinum (62°20’27” N
06°15’00”'V) í rættvisandi 68°.
Øki 2 a: I tíðarskeiðinumfrá9. mai 1983 til 19. juni 1983,báðirdagaríroknaðir, uttan
fyri 8 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Bispinum (62°20’27” N
06°15’00” V) í rættvísandi 90° og hin úr Borðoyarnesi (62°09’52” N 06°32’00” V) í
rættvísandi 90°.
Øki 2 b: I tíðarskeiðinum 9. mai 1983 til 8. august 1983, báðir dagar íroknaðir, uttan
fyri 8 fjórðingar úr Høvdanum á Svínoynni (62°14’30” N 06°18’35” V), síðani 7 fjórð-
ingar úr Skorini (62°10’34” N 06°26’35” V), 7 fjórðingar úr Mjóvanesi (62°07’42” N
06°35’12” V), 7 fjórðingar úr Nevinum (62°06’30” N 06°37’08” V) og 6 fjórðingar úr
Nólsoynni millum tvær linjur, onnur drigin úr Borðoyarnesi (62°09’52” N 06°32’00”
V) í 90° rættvísandi, og hin drigin úr Borðuni (61°56’48” N 06°37’30” V) í rættvísandi
117°.
Øki3: I tíðaskeiðinum9. mai 1983 til 8. august 1983, báðir dagaríroknaðir, uttanfyri
6 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Akrabergi (61°23’38” N
06°40’15” V) rættvísandi 230° og hin ú'r Ørnanípuni (61°38’48” N 06°58’30” V) rætt-
vísandi 230°.
Øki 4: I tíðarskeiðinum frá 9. mai 1983 til 8. august 1983, báðir dagar íroknaðir, uttan
fyri 9 fjórðingar úr Sandoynni, 9 fjórðingar úr Koltri, 4 fjórðingar úr Vágoynni millum
tvær linjur, onnur drigin úr Trøllhøvda (61°55’04”N 06°57’05”V) í rættvísandi 230° og
hin úr Dragasundi (62°04’30”N 07°24’30”V) í rættvísandi 230°, út til eina beina linju,
ið gongur parallelt við og tveir fjórðingar uttan fyri basislinjuna.
Øki 5: I tíðarskeiðinum 9. mai 1983 til 8. august 1983, báðir dagar íroknaðir, uttan
fyri 8 fjórðingar úr landi millum tvær linjur, onnur drigin úr Snoppuni (62°15’06” N
07°13’58” V) rættvísandi 315° og hin úr Mykineshólmi (vitanum) (62°05’50” N
07°40’25” V) rættvísandi 315°.
§ 2. Partroling er ikki loyvd.
§ 3. Troling á ikki-loyvdari leið, ella brot annars móti galdandi trolreglum. jbr.
kunngerð nr. 20 frá 29. apríl 1981, kemur undir bót, og herafturat kann allur Fiski-