Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Síða 110
126
Nr. 47.
5. mai.
KUNNGERÐ
um
útvarpsRjald.
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjald-
ið fyri 1983 fyrisett:
I Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 450,00. Menn, ið selja
ella umvæla radiotól og nýta radiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum
móttakara í virki sínum. Somuleiðis verða goldnar kr. 450,00 árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsinum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av
arbeiðsgentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið
hava fylt 18 ár, sum sjálv eiga ella nýta radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og
tílíkum.
II Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. apríl 1983 skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi
1. juni 1983. Um goldið verður aftan á 1. juni 1983, verður at gjalda eykagjald kr.
10,-. Fyri móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. december, verður at
gjalda kr. 225,00.
III Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boðast útvarp-
inum frá skrivliga beinan vegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan
at gjalda fyri næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað hálvár,
hann letur radiomóttakaran í. Um radiomóttakari gerst ónýtiligur, eigur at boðast
útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir fyri at sleppa
undan at gjalda fyri næsta hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógini um útvarp undir sekt,
eins og gjaldið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI. 5. mai 1983.
Tórbjørn Poulsen
landsstýrismaður
/K. Thomassen