Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 119
135
Nr. 54.
26. mai.
KUNNGERÐ
um
mjólkarstudning.
Við heimild í § 17 17901/343054 í fíggjarløgtingslógini 1983/84 um studning til
mjólkarframleiðslu verður studningur latin mjólkarvirkjum og neytaeigarum, sum her
tilskilað í figgjarárinum 1983/84 undir fylgjandi treytum:
1) Søla um mjólkarvirki.
Neytaeigari, ið selir nýmjólk til mjólkarvirki, fær studning eftir hvussu góðskan er á
mjólkini.
Fyri l.-floks mjólk er studningurin 0,90 kr. fyri liturin,
fyri 2,-floks mjólk er studningurin 0,45 kr. fyri liturin,
fyri 3.-floks mjólk er studningurin 0,20 kr. fyri liturin,
fyri 4.-floks mjólk verður eingin studningur veittur.
Studningurin kemur afturat tí prísi, ið ein av landsstýrinum góðkend prísnevnd
ásetir. Prísnevndin ásetir eisini søluprísin frá mjólkarvirki.
2) Privat mjólkarsøla.
Neytaeigarar, ið selja mjólk beinleiðis til brúkara, fáa 45 oyru í studningi fyri liturin,
tó bert um prísurin, brúkarin rindar, ikki er hægri enn søluprísurin til mjólkarvirki.
3) Rómastudningur.
Neytaeigarar, ið liggja so óhøgliga fyri, at ógjørligt er at selja mjólk við vinningi til
mjólkarvirki vegna flutningsvansar, men sum kunnu selja róma, fáa í staðin fyri
mjólkarstudning 18 kr. í studningi fyri liturin av róma og upp til eina krónu fyri
liturin í flutningsstudningi, men tó í ongum føri meira enn veruligu flutningsút-
reiðslurnar.
4) Kjøtstudningur.
Fyri neytakjøt verður latin studningur 8 kr. pr. kg. til neytaeigara. Studningurin
verður latin fyri kjøt av neytum, ikki yngri enn 18 mánaðir, sum selt verður um
sølubúð ella annan keypara. I bygdum, har ógjørligt er at selja mjólk við vinningi
(Mykines, Gásadalur, Koltur, Skúvoy, Dímun, Fugloy, Múli, Trøllanes og Syðra-
dalur S), verður einki aldurs- og prísmark.
5) Flutningsstudningur.
Flutningsstudningur verður latin við upp til 35 oyru fyri liturin fyri flutning av
mjólk úr aðrari bygd til mjólkarvirki.
6) Studningur til mjólkarvirki.
Mjólkarvirki fáa í studningi 25 oyru fyri liturin av mjólk, ið keyptur verður frá
neytaeigara.