Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 120
136
Studningstreytirnar eru hesar:
Ad 1) Søla til mjólkarvirki verður orðað soleiðis:
a) 011 mjólk, sum verður latin til mjólkarvirki, skal kannast við bakteriualing
fyri at finna samlaða talið av bakterium í mjólkini. Eftir úrslitinum av
hesum kanningum skal mjólkin skipast í góðskuflokkar soleiðis:
1. flokkur: færri enn 100 bakteriur pr. ml. av mjólk.
2. flokkur: 100.000-500.000 bakteriur pr. ml. av mjólk.
3. flokkur: 500.000-2.000.000 bakteriur pr. ml. av mjólk.
4. flokkur: 2.000.000 og fleiri bakteriur pr. ml. av mjólk.
b) Góðskukanningarnar skulu gerast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Mjólk-
arvirkini skulu taka prøvar av mjólk frá hvørjum neytahaldi 2 ferðir um
mánaðin. Ein prøvi skal takast í fyrra og ein í seinna helmingi av hvørjum
mánaði. Fyri hvørt einstakt neytahald skal prøvi verða tikin til kanningar
beint eftir vikuskifti við triðja hvørt kanningarumfar, tilvildarliga valt.
c) Tøka, goyming og sending eins og kanning av prøvum av mjólk skal verða
framd eftir boðum, leiðbeining og forskriftum frá Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni.
d) Eftir hvørt kanningarumfar skal Heilsufrøðiliga Starvsstovan geva mjólk-
arvirkinum úrslitini av kanningunum. Mjólkarvirkini skulu geva neyta-
haldunum skrivlig boð um úrslitini av kanningunum og skulu eftir hvørt
mánaðarlok gjalda neytahaldunum studning eftir úrslitunum av kanning-
unum. Fellur mjólkin frá einum neytahaldi við eina kanning í 2. ella 3.
flokk, eftir at mjólkin við tær 3 seinastu undanfarnu kanningarnar hevur
verið í 1. flokki, skal studningurin veitast hesum neytahaldi, sum um
mjólkin hevði verið í 1. flokki. Hetta verður tó treytað av, at tær 3 seinastu
undanfarnu kanningarnar ikki eru gjørdar fyri meira enn 6 mánaðum
síðani. Fellur mjólkin vit tey tvey kanningarumførini í einum mánaði í
ymiskar góðskuflokkar, skal studningurin veitast eftir helvtarbýti millum
teir flokkar, sum mjólkin fellur í. Verður bert ein kanning gjørd av mjólkini
frá einum neytahaldi í einum mánaði, skal studningurin veitast eftir hesum
eina úrslitinum. Hevur neytahald latið mjólk til mjólkarvirki uttan at
kanning er gjørd av hesi mjólk í einum mánaði, skal studningurin veitast
eftir teimum tveimum seinastu úrslitunum fyri avvarðandi neytahald.
e) Uppgerð frá mjólkarvirki hvønn mánað yvir litratal fyri hvørja bygd sær
sambært handilsbókum við tilskilan av floksbýti og søluprísi til keypara.
Ad 2. Privat mjólkarsøla.
Framleiðarin sendir inn váttan frá keypara yvir litratal við tilskilan av prísi,
keyparin hevur goldið, uppgjørt á oyðubløð, sum fáast frá Jarðaráðnum.