Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 122
138
Nr. 55.
26. mai.
KUNNGERÐ
um
innflutning av djórum og smittuberandi lutum.
Eftir §§ 2, 3,4 og 16 í lóg nr. 36 frá 28. februar 1908 við seinni broyting um fyribyrg-
ingar av smittandi sjúkum hjá húsdjórum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Allur innflutningur til Føroya av livandi súgdjórum og fuglum er forboðin.
§ 2. Landsdjóralæknin kann eftir ummæli frá húsdjóranevndini eftirlíka undantaks-
loyvi at innflyta súgdjór og fuglar, tá ið áneyðir eru, eitt nú at bøta um slagið v.m., og tá
tað kann ætlast, at innflutningurin ongan smittuvanda hevur við sær.
2. stk. í hvørjum einstøkum føri fyrisetir landsdjóralæknin gjøllari reglur fyri sótt-
verjum, sum løgreglan saman við landsdjóralæknanum standa fyri.
3. stk. Tá ið skip ella flogfar kemur til Føroya úr útlandi, og livandi kleyvføtt djór
(neyt, seyður, geit, svín v.m.) er umborð, má eingin, sum er við farinum, fara í land ella
nøkur lossing fara fram, fyrr enn tollvaldið hevur samráðst við landsdjóralæknan. Slík
djór mugu ikki setast fyribils í land, meðan farið er her.
§ 4. Hundur, ketta og onnur djór, sum eru við skipi ella flogfari, sum kemur úr út-
landi, mugu vera bundin ella álítandi innibyrgd umborð, meðan farið er her í
landinum. Tollvaldið skal siga løgregluni frá, um slík djór eru sloppin til rýmingar.
§ 5. Forboðið er at innflyta og flyta um Føroyar feskt ella solkað (lættsaltað) kjøt og
flesk og aðrar ráar lutir frá slátri, t.d. avroð, høvd, tungu, hjarta, lunga, livur, nýrur,
vomb, magar, garnar, tálg, bløðru, eistur, milt, eitlar, stálmar, blóð, føtur, bein, kleyv-
ar, horn, hár, ull, fjøður, húðir og skinn, mjólk, róma og turrmjólk, egg til klekingar og
matna og ráan turkaðan eggjahvíta og reyða.
2. stk. Landsdjóralæknin kann geva undantaksloyvi til innflutning av teimum í 1.
stk. nevndu vørum.
3. stk. Steriliserað mjólk og rómi og dósamjólk koma ikki undir forboðið eftir 1. stk.
§ 6. Loyvt er tó at innflyta úr Norðurlondum, St. Bretlandi og Irlandi, tá veteriner-
váttan (uppruna- og heilsuváttan) fylgir við vøruni, ið sigur frá, at vøran stavar úr
hesum landi og er av friskum djórum:
1. Fryst seyðakjøt.
2. Annað feskt ella solkað kjøt og flesk og ráar lutir frá slátri til matna.
3. Pasteuriserað mjólk, rómi og turrmjólk.
4. Egg til matna og turkaður ella frystur eggjahvíti og -reyði.
5. Ull og fjøðurvið veterinerváttan, at hon er tryggjandi vaskað og uttan smittuvanda.
6. Húðir og skinn við veterinerváttan, at tær (tey) eru væl saltaðar ella viðgjørdar
tryggjandi fyri smittu og á annan hátt.
7. Væl sviðin, fryst seyðarhøvd í plast- (cellofan-) posa, eitt høvd í hvørjum.