Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 180
196
Nr. 82.
30. august.
Reglugerð
um
skatting av persónum, sum eru her í Førovum í styttri tíð enn 3 mánaðir, og um skylduna
hjá arbeiðsgevarum at halda eftir skatt í løn ella samsýning hjá persónum, ið flyta til
Føroya.
Viðávísing til § 19 a og § 83,7. stk. í løgtingslógnr. 50frá2. juli 1963 um landsskatt
og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslógunum nr. 71 frá 24. oktober 1978, nr. 33
frá 21. mai 1981 og nr. 51 frá 20. mai 1983 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Persónar, sum dvølja á landi í styttri enn 3 mánaðir og her hava inntøku av
arbeiði ella vinnu, svara skatt av inntøku teirra við 40%.
§ 2. Persónar umborð á føroyskum fiski- ella farmaskipi, sum ikki hava fastan bú-
stað her, svara skatt við 40% av inntøku síni, um teir ikki sambært sýndum skjølum
eru settir í inntøkuskatt uttanlands eftir teimum reglum, ið galda fyri fólk, búsett har.
Líkningarráðið skal í hvørjum einstøkum føri vátta yvir fyri reiðarínum, at fortreyt-
irnar fyri at frítaka ein persón fyri at gjalda 40% skatt eftir hesi reglu eru tilstaðar.
§ 3. Fyri persónar, sum eftir frammanfyri standandi reglum koma undir skattskyldu í
Føroyum, hevur arbeiðsgevari ella reiðarí, skyldu til uttan áheitan at halda eftir í lønini
ella hýruni o.a. 40% fyri skattin. Skyldan hjá arbeiðsgevaranum at halda eftir 40%
skatt stendur fyri tann einstaka arbeiðstakaran við so leingi persónurin er búsitandi í
Føroyum ella uppiheldur sær umborð á føroyskum skipi, tó ikki longri enn 180
samanhangandi dagar frá tilflytingardegnum. Ger arbeiðsgevarin ikki hetta, skal hann
sjálvur tilsvara tann skatt, sum annars skuldi verið goldin. Tann afturhildna peningin
skal hann rinda Føroya Gjaldstovu seinast 14 dagar aftaná, at hesin annars skuldi
verið útgoldin, og samstundis siga frá navni skattgjaldarans, bústaði, lønarhæddini,
skatturin er roknaður av, og tíðarskeiðið hetta er fyri. Eisini eigur at verða boðað
Líkningarráðnum frá hesum.
§ 4. Persónar, sum við framsýningum, leiki ella øðrum eru her í styttri tíð enn 3
mánaðir og her fyri egnu rokning (ella á annan hátt) forvinna sær inntøku, skulu á
sama hátt svara 40% av nettoinntøkuni. Hesir skulu, áðrenn teir fara avstað aftur, lata
Líkningarráðnum yvirlit yvir inntøkur sínar og tær útreiðslur, teir halda seg eiga rætt
at draga frá. Líkningarráðið skal so kanna hetta og gera av, hvørjar útreiðslur góð-
tiknar verða, og síðan rokna út skattin, sum avvarðandi skal rinda til Føroya Gjald-
stovu.
§ 5. Hevur persónur, stovnur, felag ella annar staðið fyri tílíkari framsýning, leiki
ella øðrum og avroknað við tey luttakandi (herundir koma ikki fastbúgvandi) stendur
hann ella tað til svars fyri, at frammanfyri nevnda uppgerð verður latin inn, og at
skatturin verður goldin.
2. stk. Heldur skattgjaldari seg eiga rætt til frádrátt fyri útreiðslur í sambandi við
inntøkuna, skal hann senda Líkningarráðnum yvirlit yvir hesar, og skal Líkningar-