Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Síða 184
Nr. 85.
REGLUGERÐ
25. aug.
um
broyting í reglugerð fyri Sjúkrahúsverk Føroya
Við heimild í § 2, 3. stk., jbr. § 5, 1. stk., í lóg fyri Føroyar nr. 621 frá 22. desember
1976 »om sygehusvæsenet« hevur landsstýrið fyrisett, at hesar broytingar verða
gjørdar í reglugerð nr. 70 frá 6. oktober 1977 fyri Sjúkrahúsverk Føroya:
1. § 4, 2. stk., verður orðað soleiðis:
»Sjúkrahússtýrini halda felagsfund, tá viðurskiftini gera tað neyðugt, tó minst
eina ferð um árið. Haraftrat kann eitt sjúkrahússtýri krevja, at felagsfundur
verður. Førd verður gerðabók yvir tær á fundinum førdu samráðingar og
samtyktu avgerðir. Gerðabókin verður undirskrivað av teimum limum, sum vóru
á fundi.«
2. § 6, 2. stk., verður orðað soleiðis:
»Sjúkrahússtýrið gevur tilmæli til sjúkrahússtjóran um sjúkrahúsins fíggjarætlan
og til landsstýrið um setan av yvirlæknum, umsjónarmonnum og fyristøðu-
kvinnum á sjúkrahúsinum. Um Føroya landsstýri ikki kann tilnevna nakran av
hesum, verður málið sent stýrinum til nýggja viðgerð.«
3. § 10, 2. punktum, verður orðað soleiðis:
»Sjúkrahúsini umsita roknskaparførsluna, og sjúkrahússtýrini senda árliga
roknskapirnar til sjúkrahússtjóran áðrenn 1. august.«
4. § 14, 1. stk., 3. punktum, verður orðað soleiðis:
»Hann ger og letur frá sær áðrenn 1. september til sjúkrahússtýrið uppskot til
ársfiggjarætlan fyri komandi roknskaparár og áðrenn 1. august fyri farna árið.«
5. § 14, 4. stk., 3. punktum, verður orðað soleiðis:
»Setan av sjúkrasystrum, sjúkrahjálparum o.ø. eftir tilmæli frá fyristøðukvinnuni
fyri sjúkrarøktina í samráð við deildarsjúkrasystrar.«
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 25. august 1983.
Páll Vang
landsstýrismaður
/ J. P. Ellendersen