Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 294
310
Nr. 97.
4. november.
KUNNGERÐ
um
skráseting av ávísingarskyldugum/arbeiðsgevarum.
Við heimild í §§ 125 og 126 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt
og kommunuskatt hevur Føroya landsstýri fyrisett:
§ 1. Ein skrá verður gjørd yvir teir persónar, feløg og felagsskapir v.m., sum eru
ávísingarskyldugir eftir 6. kapitli í lóg um landsskatt og kommunuskatt. Líkningarráð
Føroya stovnar og umsitur skránna, sum verður nevnd arbeiðsgevaraskráin.
2. stk. Fyri partafeløg er serstakliga'galdandi, at hesi uttan mun til ávísingarskyldu
annars verða tikin við í arbeiðsgevaraskránni. Tað í § 4 í hesi kunngerð nevnda arbeiðs-
gevaratal verður samstundis skrásetingartal hjá tí einstaka felagnum í skattaskránni.
§ 2. 011, sum tann 15. november 1983 lúka treytirnar fyri at vera ávísingarskyldug
samb. 6. kapittul í lógini, skulu lata seg skráseta í seinasta lagi hin 1. december 1983.
Eru nevndu treytir loknar seinri enn 16. november 1983, skal skrásetingin fremjast í
seinasta lagi 8 dagar aftaná, at treytirnareru lóknar. Skrásetingin skal tó í øllum førum
verða framd í so góðari tíð, at tað í § 4 í hesi kunngerð nevnda arbeiðsgevaratal kann
verða tillutað ávísingarskylduga, áðrenn A-inntøka fyrstu ferð verður ávíst gjøgnum
afturhaldsskipanina.
§ 3. Hin ávísingarskyldugi skal, tá ið hann verður skrásettur, siga frá navni virkisins
og bústaðnum, haðani virkið verður rikið.
2. stk. Eisini skal verða sagt frá, um virkið verður rikið sum einstaklingafyritøka,
íognarfelag, partafelag, felagsskapur, ella hvør virkishátturin annars er. Vinnugreinin
skal somuleiðis tilskilast og navn og bústaður hjá møguligum høvuðsvirki. Verður
virkið rikið av einum ella fleiri eigarum, skal føðingardagur (persónstal), navn og
bústaður hjá hvørjum sær tilskilast. Er ein ella fleiri av ábyrgdarpersónunum ein
juridiskur persónur, skal arbeiðsgevaratalið hjá viðkomandi tilskilast. Partafeløg og
felagsskapir v.m. skulu siga frá, hvør heimakommunan er hjá felagnum ella felags-
skapinum. Partafeløg skulu harumframt siga frá tí tali, sum tey eru skrásett við í
partafelagsyvirlitinum.
3. stk. Nýtir hin ávísingarskyldugi annað roknskaparár enn álmanakkaárið, skal
hetta tilskilast. Nýstovnað partafeløg skulu harumframt tilskila fyrsta roknskapar-
skeið felagsins.
4. stk. Fráboðan um broytingar, sum henda aftaná at skrásetingin er send arbeiðs-
gevaraskránni, og somuleiðis fráboðan um, at ávísingarskyldan heldur uppat, skal
sendast líkningarráðnum innan 14 dagar.
§ 4. Tá ið skrásetingin er farin fram, fær hin ávísingarskyldugi eitt arbeiðsgevaratal í
arbeiðsgevaraskránni. Ein ávísingarskyldugur kann fáa fleiri arbeiðsgevaratøl, um
virkið hevur fleiri deildir við hvørjum sínum serskildum roknskapi. Aftaná at vera
skrásettur fær hin ávísingarskyldugi eitt skrásetingarskjal, sum vísir, hvussu hann er