Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Page 299
315
Nr. 100.
14. november.
KUNNGERÐ
um
gudfrøðideild við Fróðskaparsetur Føroya.
Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur
Føroya (Academia Færoensis) hevur landsstýrið fyrisett:
Deildin
§ 1. Fróðskaparsetur Føroya — hereftir nevnt Setrið — hevur eina gudfrøðideild,
sum fremur gransking á gudfrøðiliga økinum — serstakliga innan føroyska kirkjusøgu
— og skipar fyri hægri útbúgving innan gudfrøði og kristni/religión.
2. stk. Gudfrøðideildin stuðlar eisini, í tann mun tað er gjørligt, onnur tiltøk og aðrar
útbúgvingar á hægri stigi, sum verða lagdar undir Setrið ella fyriskipaðar í samstarvi
við Setrið.
Próvlestrar
§ 2. Eftir tørvi kann við deildina verða skipað fyri:
a. 2 ára fyrireikandi próvlestri í gudfrøði.
Lærugreinir: hebraiskt, grikskt, bíbliukunnleiki, heimspekisøga, kirkjusøga,
systematikk (trúarlæra, siðalæra, heimspeki), religiónssøga.
b. 2 ára próvlestur í kristni/religión sum hjágrein (exam. art.) og fyrra part av høvuðs-
grein (cand. phil.).
Lærugreinir: Religiónssøga, Gamla Testamenti, Nýggja Testamenti, kirkjusøga,
systematikk (trúarlæra, siðalæra, heimspeki).
2. stk. Kunnleikskrøvini í báðum lestrum skulu vera á hædd við krøvini á øðrum
lærdum háskúlum, so at tey lesandi kunnu halda fram við lestrinum aðrastaðni.
Upptøkutreytir
§ 3. Treyt fyri upptøku til próvlestrarnar er students- ella HF-prógv. Haraftrat kann
Setrið krevja, at umsøkjari tekur lut í serligari lærugrein (t.d. latíni) umframt vanliga
lestrinum.
2. stk. Setrið kann taka upp umsøkjara, ið ikki hevur hóskandi prógv, um deilđin
metir, at hann kann fylgja undirvisingini.
3. stk. Næmingar kunnu verða tiknir upp til part/ar av próvlestrunum.
Undirvísing
§ 4. Setrið ger lestrarætlanir, ið lýsa tær einstøku lærugreinirnar í hvørjum próvlestri
sær. Lestrarætlanirnar verða sendar landsstýrinum til kunningar.
2. stk. I fyrireikandi próvlestrinum í gudfrøði fáa tey, sum fylgja í minsta lagi 80% av
tímunum, 20% niðurskurð í tí, ið eigur at verða uppgivið til próvs. Annars verður alt
tað lisna uppgivið.
3. stk. I próvlestrinum í kristni/religión verða seinna árið tiknir tveir mánaðir til
tvørgreinalestur av einstøkum evni og/ella til aðrar religiónsvísindaligar greinar eftir
samráðing millum lærarar og lesandi.