Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Síða 317
333
Nr. 113.
28. desember.
KUNNGERÐ
um
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfíski í 1984
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á land-
leiðini kann loyvast 10 navngivnum línuskipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í
EEC-londum, at reka fiskiskap í sjóøki Føroya uttan fyri 12 fjórðingar frá grund-
linjunum, tó í mesta lagi 6 ísenn.
2. stk. Loyvast kann 26 navngivnum trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi
í EEC-londum, og sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur, at físka uttan fyri 12 fjórð-
ingar frá grundlinjunum. Loyvast kann eisini 70 navngivnum trolarum at fiska uttan
fyri 21 fjórðingar frá grundlinjunum. Ikki mugu fleiri enn 39 trolarar vera á landleiðini
samstundis, og av teimum í mesta lagi 13 trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 130
føtur. í tíðarskeiðunum 1. mars til 31. mai 1984 og 1. oktober til 31. desember 1984,
allir dagar íroknaðir, er tó loyvt trolarum longri enn 130 føtur at fiska á økinum
ímillum 12og21 fjórðingar frá grundlinjunum ímillum 12og21 fjórðingar frá grund-
linjunum ímillum 61°20’N og 62°00’N eystan fyri Føroyar.
3. stk. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum
leiðum í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 1. juni til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir,
á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00”N07°51’00”V,
2. 61°15’30”N 08°16’00”V,
3. 61°13’20”N 08°42’12”V
4. 61°00’00”N09°11’00”V,
5. 60°48’40”N 09°05’00”V,
6. 60°25’50”N 09°09’00”V,
7. 60°36’30”N 08°45’00”V,
8. 60°45’40”N 08°37’00”V.
b. í tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12
og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’ 17”N
07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N 06°18’00”V).
c. í tíðarskeiðinum frá 15. februartil 10. apríl,báðirdagaríroknaðir, á leiðini millum
15 og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Norðbergi
(62°21’16”N 06°18’00”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N
06°15’00”V).
d. í tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15
og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum
(62°20’27”N 06°15’00”V) og 90° rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42”N
06°35’12”V).
e. í tíðarskeiðinum 1. september til 15. oktober, báðir dagar íroknaðir, millum 12