Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Qupperneq 319
335
§ 4. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið
gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, tá ið talan er
um bummull, hamp, polyamid ella polyester fipur; er talan um annað tilfar, ikki
smærri meskar enn 145 mm. Taðer ikki loyvt at snøraposan, tóer loyvt at knýta tilfar,
ið bert verður fest framman og á síðurnar á posanum, til undirsíðuna á trolposanum
(cod-endanum) fyri at minka um slit.
2. stk. Fráreglunií 1. stk. verðurí 1984gjørttaðundantakið, at loyvt verður í mesta
lagi 20 skipum í senn at nýta skovlváð, trol ella líknandi net við meskum niður í 120 mm
í veiðu eftir upsa. Eisini verður í 1984 gjørt taðundantakið, at loyvast kann trolarum í
beinleiðis veiðu eftir upsa at nýta rundstroppar, soleiðis at fráleikin millum hvønn
rundstroppin er í minsta lagi 1 metur, at rundstropparnir eru festir í minsta lagi í
tveimum støðum uttan á trolposanum, at rundstropparnir eru úr sama tilfari sum í
posalínuni á trolposanum, og at rundstropparnir mugu ikki vera stytri enn 50% av
ummáti trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har
rundstroppurin er festur til trolposan. Skip skulu boða Fiskivinnustovuni frá, tá ið tey
byrja og enda fiskiskap sambært hesum undantaksreglum, eisini tá lagt verður um frá
øðrum fiskiskapi ella til annan fiskiskap.
3. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. og 2. stk., skal vera fyri
seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
4. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól, 2 mm tjúkt, við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur
vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðan fyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Foyvt er ikki at hava tílíkan fisk umborð á
nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin.
cm
34
31
45
25
28
25
25
23
15
35
Toskur (Gadus morhua)
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus)
Kalvi (Hippoglossus vulgaris)
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa)
Fálla (Clytocephalus cynoglossus)
Tunga (Microstomus kitt)
Glaskvoysa (Fepdorhomus WhifO
Hvítingur (Merlangus merlangus)
Sandsprøka (Fimanda limanda)
Upsi (Pollachius virens)
§ 7. Brot móti reglunum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v. m. og fongur, koma
undir konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið
kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í
hesi kunngerð.