Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Blaðsíða 323
339
Nr. 115.
28. desember.
KUNNGERÐ
um
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir makreli í 1984
Við heimild i løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á land-
leiðini er í 1984 loyvt 10 skipum, skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum, at reka
fiskiskap á landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum eftir makreli við nót.
§ 2. Loyvda veiðan er 5.000 tons.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) skipið hevur fíngið fiskiloyvi,
2) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhesta-
kreftir og veiðuhátt,
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina, og um hvat ætlanin er at veiða og
4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað fiska-
sløg og nøgd,
5) skipið sigur dagliga fyrrapartin Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07 GMT,
og frá dagligu veiðuni,
6) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd.
§ 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði.
§ 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm, máldur
fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir
vekt í eini last vera undirmátsfiskur.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur
fiskireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til
rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvi kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum
er skuldsettur fyri brot móti reglunum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1984.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. desember 1983.
Pauli Ellefsen
løgmaður
/ Árni Olafsson