Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1983, Side 325
341
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskin-
hestakreftir,
(3) skipið yvir Tórshavnar Radio sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað kemur inn á land-
leiðina og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á sjóøki Føroya,
flokkað eftir fiskasløgum og nøgd,
(4) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 0700
GMT,
(5) skipið fylgir vegleiðingum frá sjóverjuni og er h“nni til hjálpar í inningini av
tænastuni,
(6) skipið fylgir teimum reglum, ið møguliga verða settar, at sleppa undan trokan,
meðan fiskiskapurin fer fram á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og at
(7) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis upp-
gevur met yvir veiðunøgd.
§ 3. Skip, ið hevur fingið loyvi at veiða svartkjaft, hevur ikki loyvi at reka annan
fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn eftir svartkjafti, skal vera fyri
seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Frá reglunum í 1. og 2. stk. kann landsstýrið geva undantak fyri royndar-
fiskiskap.
§4. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireið-
skapur vera burturstúgvaður á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og haraftrat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v. m. og fongur koma undir konfiskatión.
Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur,
um førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 1984. Samstundis fara úr gildi
kunngerð nr. 114 f rá 20. desember 1982, nr. 115 frá 29. desember 1982, nr. 12 frá 28.
januar 1983, nr. 14 frá 28. januar 1983 og nr. 15 frá 31. januar 1983.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. desember 1983.
Pauli Ellefsen
løgmaður
/ Árni Olafsson