Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Page 36
120
Nr. 76
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri
innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri
innkrevjing av falnari skuld til landskassan verða
gjørdar hesar broytingar:
1) f § 1 verður sum stk. 2 sett:
»Stk. 2. Føroya Gjaldstova fremur panting fyri
gjøld eftir stk. 1 eftir reglunum fyri innkrevjing
av skattum og avgjøldum.«
2) í § 1 verður sum stk. 3 sett:
»Stk. 3. Føroya Gjaldstova kann eftirhalda í A-
inntøku skuldarans eftir regiunum fyri eftirhald í
§ 136 í samtíðarskattalógini.«
3) f § 1 verður sum stk. 4 sett:
»Stk. 4. Føroya Gjaldstova kann í serligum før-
um eftirgeva gjøld eftir hesi lóg.«
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Jóannes Eidesgaard (sign.)
Nr. 77
20. mai
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan
fiskiskap verða gjørdar hesar broytingar:
2) f § 6 verða orðini »veiðu- og« og »veiðu- ella«
strikað.
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)