Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 36

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.05.1996, Blaðsíða 36
120 Nr. 76 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan verða gjørdar hesar broytingar: 1) f § 1 verður sum stk. 2 sett: »Stk. 2. Føroya Gjaldstova fremur panting fyri gjøld eftir stk. 1 eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.« 2) í § 1 verður sum stk. 3 sett: »Stk. 3. Føroya Gjaldstova kann eftirhalda í A- inntøku skuldarans eftir regiunum fyri eftirhald í § 136 í samtíðarskattalógini.« 3) f § 1 verður sum stk. 4 sett: »Stk. 4. Føroya Gjaldstova kann í serligum før- um eftirgeva gjøld eftir hesi lóg.« §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.) Nr. 77 20. mai Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verða gjørdar hesar broytingar: 2) f § 6 verða orðini »veiðu- og« og »veiðu- ella« strikað. §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.