Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 89
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVlKJANDI
93
1909. Skúlalærari í Nykøbing F. síðan 1919.
Ferðaðist í Føroyum juni-okt. í 1938 at
kanna soppar.
Nicol, James (1810-1879). Enskur ella
skotskur jarðfrøðingur. Tykist at hava
skrivað bók sína eftir øðrum keldum og ikki
eftir egnum rannsóknum.
Nielsen, Ejner Halfdan Steemann (f. 1907).
Danskur plantufrøðingur. Mag. scient.
(plantufrøði) 1931, dr. phil. 1934. Síðan
1935 vísindaligur hjálparmaður á Farma-
ceutisk Læreanstalt, og professari har 1944.
1969-1977 professari i vatnlívfrøði við
Keypmannahavnar universitet. Serfrøð-
ingur í plantuæti. Hevur verið við á
mongum havrannsóknarferðum, eisini
kring Føroyar.
Nielsen, J. Sander (f. 1922). Danskur urta-
garðsfrøðingur. Cand. hort. 1946. Ráðgevi
fyri De danske Haveselskaber. Var í
Føroyum og gav fólki vegleiðing um urta-
garðsrøkt í 1972.
Noe-Nygaard, Arne (f. 1908). Danskur jarð-
frøðingur. Mag. scient. (jarðfrøði) 1933, dr.
phil. 1937, professari við Keypmanna-
havnar universitet 1942-78. Stóð fyri
jarðfrøðiligu kortleggingini av Føroyum
saman við Jóannesi Rasmussen.
Nordhagen, Rolf(1894-1979). Norskurplantu-
frøðingur. Professari í Bergen 1925-45 og
i Oslo 1946-1964. Nordhagen navngreindi
saman við Omang tær plantur, sum Olaf
Hanssen hevði savnað í Føroyum í 1926.
Nyholm, Ivar (f. 1915). Danskur urtagarðs-
frøðingur. Cand. hort. 1941. Fyristøðu-
maður á plantuskúlum hjá Hedeselskabet
og hevur m. a. fingist við at útvega plantur
til føroysku viðarlundirnar.
Omang, S. O. F. (1867-1953). Norskur plantu-
frøðingur. Cand. real. (plantufrøði) í 1895.
Navngreinđi saman við Nordhagen før-
oyskar plantur innsavnaðar av Olaf
Hanssen.
Óskarsson, Ingimar (1892-1981, f. í íslandi).
Lærari ymsastaðni í Islandi. Lærari við
Mentaskúlan á Akureyri, umsjónarmaður
við Lystigarðin. Heiðursdoktari við Há-
skóla Islands 1977. Navngreindi tær smyr-
ilsurtir, sum Rasmus Rasmussen hevði
savnað.
Ostenfeld, Carl Emil Hansen (1873-1931).
Danskur plantufrøðingur. Mag. scient.
(plantufrøði) 1897, doktararitgerð 1906:
Om Plantevæxten paa Færøerne. í 1900-
1918 inspektørviðBotaniskMuseum. 1918-
23 professari í plantufrøði við Landbohøj-
skolen. I 1923 uttan umsókn tilnevndur
professari í plantufrøði við Keypmanna-
havnar universitet. Doyði bert 57 ára
gamal eftir stutta sjúkralegu. Sera
arbeiðssamur og gløggur maður og var
mettur sum tann fremsti danski plantu-
frøðingurin í síni tíð. í 1897 og 1903 var
hann í Føroyum í sambandi við ta stóru
kanning, ið fór fram tey árini. Urslitið var
verkið Botany of the Færoes. Ostenfeld var í
hesum virki ein drívandi kraft. Aftan á hesi
arbeiði var hann virkin í Danmark og gjørdi
eisini rannsóknarferðir til mong lond.
Umframt blómuplantum var hann eisini
serkønur í plantuæti.
Patursson, Jóannes (f. 1866-1946, f. í
Kirkjubø).Bóndi. FóráStendí 1882ogvarð
landbúnaðarfrøðingur haðani. Var á Ás í
Noregi í 1891. Festi Kirkjubøar garð í 1892
og hevði royndarbrúk og landbúnaðarskúla
í Kirkjubø 1892-98. Fyrsti næmingur var
Mads Lútzen. Jóannes Patursson fekk
Flensborg at koma til Føroya at kanna