Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 80
84
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI
TRIÐI PARTUR (Part III)
Lýsingar av høvundunum í bókstavarøð
(Author biographies arranged alphabetically)
Ahlback, Arnold. Svenskur skógfúti. Vitjaði í
Føroyum i 1973.
Bartholin, Thomas (1616-1680). Danskur
lækni. Professari í læknafrøði við universi-
tetið í Keypmannahavn. Skrivaði mong
verk innan náttúruvísindi. Ritgerðin er ein
úrdráttur á latíni úr bók Lucas Debesar.
Bay, Jens (1871-1962). Danskur plantu-
frøðingur. Flutti 1892 til USA, har hann
starvaðist sum vísindaligur bókavørður.
Bech, Carl Johan (f. 1895 í Tórshavn). Lands-
djóralækni í Føroyum 1919-1961.
Bennett, Arthur. Enskur plantufrøðingur. Var
ongantíð í Føroyum, men gjørdi kanningar
Føroyum og serliga Islandi viðvíkjandi á
ymiskum søvnum og eftir frágreiðingum frá
øðrum.
Bergh, Louis (1834-1910). Danskur lærari.
Yvirlærari við realskúlan í Tórshavn 1867-
1886, lærari á læraraskúlanum 1870-1903.
Bille-Hansen, E., sí Hansen, E. Bille.
Birley, Caroline. Ensk kvinna. Varí Føroyum
7.-28. juni 1889 og savnaði plantur saman
við Miss L. Copland.
Bjørk, Erik Arne (1918-1972). Danskur løg-
frøðingur. Prógv í løgfrøði 1944. Sorin-
skrivari í Føroyum 1951-63 og aftur 1965-
1972.
Bloch, Dorete (f. 1943). Danskur dýrafrøð-
ingur. Cand. scient. (dýrafrøði) 1970.
Deildarstjóri við Støðisútbúgvingina 1974.
Síðan 1980 deildarstjóri á Føroya Náttúru-
gripasavni.
Boesen, Dorte F. (f. 1949). Danskur plantu-
frøðingur. Cand. scient. (plantufrøði) 1976.
Serfrøðingur í mosa.
Botni, Niels á (1895-1982, f. í Nólsoy). Virkaði
sum fuglakonservator og var serliga kendur
sum fuglafrøðingur. Hevði eisini hollan
kunnleika til plantur við serligum áhuga
fyri soppum. Kendi væl F. H. Møller og út-
vegaði honum tilfar.
Bozman, V. G. (í greinini misprentað til
Boznan). Enskur plantufrøðingur. Hon
gjørdi sum lesandi við Botany School í
Cambridge í 1966 tær kromosomteljingar,
sum vórðu nýttar til greinina. Býr nú í
Edinburgh (Mrs. V. G. Hatfield).
Branth, Jacob Severin Deichmann (1831-
1917). Danskur prestur. Umframt presta-