Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 11
Skurring í føroyskum
Skiftið frá framtungu-r til baktungu-R og møguligt
samband við skurring í føroyskum.
Tórður Jóansson
Ymsastaðni í Føroyum vóru einstøk fólk, ið
»skurraðu« ella »skarraðu«, tá ið tey bóru
fram ljóðið r.1) Fyribrigdið var vanligt í ávis-
um býlingum, ættum og húsum í Kaldbak,
í Kollafirði (Oyrareingjum), í Koltri, í Oynd-
arfirði, í Elduvík og á Nesi í Suðuroy.2) Ikki
hevur eydnast at fáa uppspurt, hvørt hesin
sermerkti r-framburður hevur verið nýttur
aðrastaðni í lanđinum. Og lítið og einki er
at finna í bókmentum um skurring í Føroy-
um; men tó er komið fram á ein høvund, ið
nevnir fyribrigdið (Mitens 1964: 26). Hann
tekur soleiðis til: »Klæmint Høgnesen í Oynd-
arfirði kom at vitja meg. Eg minnist hann
sumgamlan, lítlanmann. Hannvar fryntligur
og skurraði eitt sindur á málinum.« — Hetta
var, meðan høvundurin starvaðist í Fugla-
firði í 1913.
Skurrað r er eitt serligt allofon av fonemi-
num /r/, sum annars hevur fleiri allofon
(Sweet 1906, Fisher-Jørgensen 1962, Aber-
crombie 1964, Malmberg 1969, Trudgill 1974,
Bøðvarsson 1975, Simpson 1979). Vanliga
verður talað um tvey høvuðssløg av r-ljóðum:
framtungu-r og baktungu-R. Hitt fyrra kemur
í við at tungubroddurin ger forðing beint
aftan fyri framtenninar ella á rygginum mill-
um framtenn og góma, og hetta r verður t.d.
nýtt í føroyskum. Hitt seinna kemur í við at
tungurótin ger forðing aftantil í gómanum
ella móti úlvinum, og hetta R verður t.d. nýtt
í donskum.3)
Hesi bæði høvuðssløg av /r/, framborin
annaðhvørt framman- ella aftantil í munni-
num, kunnu so gerast á ymsan hátt. Ein ljóð-
frøðingur (Fisher-Jørgensen 1962: 73ff) skilir
ímillum seks r-ljóð: 3 framtungu-r, rullað,
flappað og órullað, 1 retroflekst flappað r
og 2 baktungu-R, rullað og órullað; og tað
er rullaða baktungu-R-ið, sum vit siga »skurr-
ar«, ella »skarrar«. Aðrir ljóðfrøðingar (Prin-
ciples 1978: lOff) skilja ímillum tíggju sløg
av /r/-um, og hendan sundurbýting er neyvari
og óivað nýtiligari, skal fevnast um ljóðini í
flestum av heimsins málum.
Men á sama máli verður r ikki altíð fram-
borið á sama hátt. Tað veldst millum annað
um, hvar í orði r-ljóðið er, ella í hvørjum
ljóðsambandi tað stendur. Síðst í orði verður
r-ið stundum als ikki framborið; á summum
bygdamálum verður r-ljóðið framborið skil-
ligari og við meira herðing enn á øðrum; ofta
er r-ljóðið ikki rættiligt hjáljóð, men heldur
eitt hálvsjálvljóð (»semivowel« ella »conti-
nuant«); og stundum verður rullað ella surrað
á r-inum.4) Hesi fyribrigdi eru ikki óvanlig í