Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 46
50
TELDAÐ RØNTGENFLÍSING AV HEILUM 1 FØROYUM
hæmatom), 3 uttan á honum (extracerebralt
hæmatom).
Fjórðistørsti bólkurin eru heilavøkstrirnir,
samanlagt 18 í tali. Av teimum síggjast teir
10 at vera upprunavøkstrir (primerir tumo-
rar). Teir 3 vórðu sjúkuavgjørdir áður. í
omanfyrinevnda tíðarskeiði eru soleiðis 7
heilavøkstrir komnir aftrat. Tað snýr seg
um 3 gliom, 2 meningeom, 1 acusticusneuri-
nom og ein saðilkertilvøkstur (hypofysutum-
or). Hinir fáu bólkarnir síggjast á 3. talvu.
Niðurstøða.
Tilfarið, ið her er lagt fram, er ikki stórt til
tað, og tí ikki enn hagfrøðiliga álítandi. Men
samanber ein við læknafrøðiligar bókmentir
uttanlands, torir ein kanska at vísa á, at við-
urskiftini her á landi eru ógvuliga lík teimum
í londum, ið vit vanliga sammeta okkum við.
Summary:
The material presented here is small and therefore not
statistically significant. But compared to others per-
haps it indicates that conditions in the Faroes do
not differ from those countries with whom we usually
compare ourselves.
Bókmentir
1. LesterJ., Gyldensted C., Jacobsen H.H. et al.:
»Craniel Computertomografi.« Ugeskrift for Læ-
ger 1978; 140: 2634-9.
2. Mathiasen M. S., Sørensen S. L.:
»CT-scanning pá et centralsygehus«. Ugeskrift for
Læger 1982: 144: 2708-10.
3. Kennedy R. H., Baker H. L. et al.:
»Neurologic Computertomografi in a defined po-
pulationgroup«. Radiology 1979; 130: 153-8.