Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 102
106
SØGUFÓLK ÚR SUÐUROY
Stalli. Og Jákup doktari og systrarnar mundu
ikki bregða úr ætt!
8) Christiane Schrøter
Elisabeth Christiane Schrøter varð fødd við
Gjógvará í Vági 20. januar 1803, doyði
(ógift) 9. februar 1873 á Nesi, Eysturoy, hjá
V. U. Hammershaimb prósti, ið hon hevði
skrivað alt, sum hon átti. Forelđur hennara
vóru Johan Hendrik Schrøter, prestur í Suð-
uroy (føddur 25. febr. 1771 í Havn, deyður
har 14. novbr. 1851) og Mariane Sophie (f.
Hammershaimb 13. juni 1773, deyð 14. juli
1828).
í yvirlitinum yvir heimildarfólk eru Christi-
ane Schrøter sett fyri nr. 44 bl í FFÆ: »Teir
sjey svanirnir«. Dr. Jakobsen sigur í við-
merkingini »Tillæg til Æventyrene A. Til-
lægsvarianter« her m.a.: »En opskrift i V. U.
Hammershaimbs besiddelse, efter fortælling
af Christiane Schrøter, Suderø, stemmer i
alt væsentligt med den her meddelte Fuglø-
opskrift.«
Viðmerkingar:
1) Ása Nyman: »Fároiska sagoberáttere«. Fróð-
skaparrit 13. bók, s. 62-77. Tórshavn 1964.
2) Frásøgn (1930) um heimildarfólk eftir Elsebeth
Súsonnu Godtfred, Porkeri (1871-1936.)
3) Fólkateljing í Porkeri 1845, 1880, skifti- og kirkju-
bøkur.
4) Meting mín
5) Ørindið hoyrt frá barnaárum í Hovi. Prentað í
bók Elsebeth Vestergaards: »Feðgarnir Miðgerða
Poul og Poul Johannes«, s. 76. Gøtu (1975).
6) Fólkateljing í Sunnbø 1855.
7) Páll J. Nolsøe: »Skúlaviðurskifti á bygd 1845-54«.
Varðin XXVII (1950), s. 28-64.
Poul Andreasen: »Úr Vágs søgu«. Klaksvík (1977),
s. 110-111.
8) Poul F. Joensen: »Seggjasøgur úr Sumba«. Tórs-
havn (1963), s. 58.
Anton Degn: »Færøske Kongsbønder 1584-1884«.
Tórshavn (1945), s. 278.
FFÆ = Jakob Jakobsen: Færøske Folkesagn og
Æventyr 2. útg. Tórshavn 1971-75.
Summary:
In an article »Fároiska sagoberáttare« in Fróðskapar-
rit, vol. 13, Ása Nyman appealed for biographical
information on Faroese folktale-tellers. The above
article contains such information about 8 women on
the island of Suðuroy, who have told folktales (fairy
tales) to Jakob Jakobsen and V. U. Hammershaimb.