Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 9
FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ í 19. ØLD
13
samljóði við Fuglakvæðið og endamál tess.
Føðilandsyrkingin var politisk yrking, tí at
hon segði frá aðrari hugsan um føroyska sam-
felagið enn teirri, sum hevði verið ráðandi.
Men føðilandsyrkingin hevur ikki tað sam-
bandið við sosiala og vinnuliga veruleikan,
sum Fuglakvæðið hevði. Talan er so at siga
um eitt arbeiðsbýti millum skaldskap og grein-
ir — og tað endurspeglast t.d. í heitunum
»fagur-« og »yrkisbókmentir«. Yrkingarnar
tala til og um kenslurnar — greinir og røður
tala til skilið um samfelagsmál. Skaldskap-
urin og politikkurin eru farin at venda sær
hvør sín veg, teir hava somu endamál, men
málburðurin og orðalagið eru ymisk. Teir
venda sær til lesararnar í ymiskum leiklutum.
Greinirnar eru til skilagóða samfelagsborg-
aran (citoyen), og skaldskapurin er til ein-
staklingin sum menniskja (homme).
Næsta bókin við føroyskum yrkingum kom
út í 1899. Tað vóru »Smásangir og sálmar«,
sum Føroyingafelag gav út. Eisini her eru
nógvir føðilandssangir, men nú eru fleiri
týðingar og harafturat:
... eftirsum vit nú einaferð fingust við at geva út
bók, og eftirsum vit funnu eitt og annað, sum ikki
beinleiðis kundi rópast »sangir«, men sum vit
hildu kundi vera vert at prenta, so settu vit tað sum
endamál okkara við hesari bókini, at sýna fólki
eitt dømi uppá, hvat ið yvirhøvur nú á døgum verð-
ur yrkt á føroyskum máli.
Smásangir og sálmar. Kph. 1899, inng.
Tað, sum ikki kundi »rópast sangir«, eru
einstakar prosakendar yrkingar, t.d. »Neyð-
arróp« eftir Chr. Holm-Isaksen og týðing
eftir Runeberg »Møtið« (Smásangir og sálmar
1899, s. 68 og 105). Fatanin av, hvussu ein
yrking er vorðin, broyttist. Áður vórðu yrk-
ingarnar sungnar ella kvødnar, taka vit
kvæðini uppí. Skaldskapur varð antin sungin
ella sagdur, alt eftir um talan var um kvæði
ella søgu, søgn og ævintýr. Skaldskapurin
var tí ætlaður at verða nýttur í felag. Men
prosakendu yrkingarnar kundu ikki syngjast,
og afturat teimum eru eisini yrkingar í bókini,
sum ikki tykjast vera yrktar til ávís løg,
eitt nú ástarkvæði eftir Jóannes Patursson
»Til konu mína« og Chr. Holm-Isaksen »Tey
heitu kyss«.
Skaldskapurin er ikki longur ætlaður til at
verða brúktur í felag. Yrkingar, sum ikki eiga
lag, verða í staðin lisnar í einrúmi, innan-
tanna og til stuttleika hjá lesaranum einsam-
øllum. Tær kunnu verða lisnar upp í sam-
komu, men tað er undantakið. Hetta sigur
frá, at skaldskapurin hevur fingið aðrar upp-
gávur í mun til fyrr. Hann hevur flutt seg
inn í sinnið hjá yrkjara og lesara, hann hev-
ur ikki so neyvt beinleiðis samband við ytra
veruleikan, sum t.d. Fuglakvæðið hevði.
Um aldaskiftið er fyrsta rættiliga nútíðar-
skald okkara farið at yrkja. J.H.O. Djurhuus
(1881-1948) yrkti fyrst av øllum yrkingar,
sum vóru ætlaðar at verða lisnar (J. Isak-
sen 1982, s. 28). Við J.H.O. Djurhuus á
odda fyri liði av yrkjarum, ið royndu seg á
ymiskan hátt um aldaskiftið, vórðu nútíðar
bókmentir grundaðar við sínum fjøltáttaða
sniði og fjølbroyttu temum. Skaldskapurin
vendi sær nú til einstaklingar og viðgjørdi
vandamál einstaklingsins úr hansara sjónar-
horni. Bókmentirnar vóru harafturat í holt
við at skapa sær sín serliga bás i samfel-
agnum. Havnar Avhaldsfelag hevði serliga
deild fyri lesiáhugað, »Læseselskabet«. »Før-
oya Bókafelag«, stovnað 1898 og slóðbrót-
ari fyri »Hinum føroyska bókmentafelagi«
hevði til endamáls at geva rit út á føroysk-
um (Martin Næs 1981, s. 17 f). Umframt
lestrarfelag og forløg varð eisini roynt at
fáa eitt tíðarrit. Tað var »Búreisingur,«
sum A. C. Evensen (1874-1917) gav út í 1902.
Men eins og við bløðunum, var fyrsta royndin