Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 86
90
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI
Føroya Fólkaháskúla. Frá 1973 eisini
savnslærari á Fornminnissavninum.
Jensen, Christian Erasmus Otterstrøm (1859-
1941). Danskur apotekari og plantufrøð-
ingur. Cand. pharm. 1882. Var fyristøðu-
maður á Kirke Hvalsø Apotek í Norður-
sælandi til hann í 1917 fekk Nørrebros
Apotek at reka. Sera kønur mosagranskari.
Var í Føroyum frá 7. mai til 15. aug. 1896,
mesta av tíðini saman við F. Børgesen.
Umframt sínar egnu innsavningar navn-
greindi Jensen eisini tilfar frá hinum plantu-
frøðingunum, ið arbeiddu við Føroyar um
aldaskiftið.
Jeppesen, J. (1855-1927). Danskur skúlalærari
við Gjedved og Ranum Seminarium. Stóran
áhuga fyri plantum og kønur á hesum øki.
Var í Føroyum í 1913.
Jessen, Knud (1884-1971). Danskur plantu-
frøðingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1911,
dr. phil. 1920. Hjálparmaður, seinni fyri-
støðumaður á Danmarks geologiske
Undersøgelses Moselaboratorium. Profess-
ari í plantufrøði við Keypmannahavnar
universitet 1931-55. Tann fyrsti danin, ið
fór undir at gera plantusáð-kanningar
(pollen-). Hann ferðaðist i Føroyum
summarið 1922 saman við Hilmar Ødum og
kannaði mýrarnar og tær gróðrarleivdir,
sum í teimum vóru.
Joensen, Hans Debes (f. 1913 á Tvøroyri).
Cand. med. í 1939. Landslækni í Føroyum
1949-79. Dr. med. 1954. Var viðtil at stovna
Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskapar-
setur Føroya.
Joensen, Jákup Sverri (f. 1919 í Sandavági).
Mag. scient. (dýrafrøði) 1951. Fyristøðu-
maður á Fiskirannsóknarstovuni sama
árið.
Jóhansen, Jóhannes M. H. (f. 1937 á
Strondum). Cand. mag. (plantufrøði) 1966.
Vísindaligur hjálparmaður á Danmarks
geologiske Undersøgelse 1966-80. Frá 1980
deildarstjóri á Føroya Náttúrugripasavni.
Síðan 1984 settur fyristøðumaður á savn-
inum.
Jónsson, Helgi (1867-1925). íslendskur
plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði)
1896. Dr. phil. 1910. Serfrøðingur í
tarasløgum. Var í Føroyum saman við
dønum frá 26. okt. til 9. des. 1897. Lærari
við Mentaskúlan í Reykjavík.
Kampp, Aage H. (f. 1906). Danskur landafrøð-
ingur. Cand. mag. (landalæra) 1933. Dr.
phil. 1959. Lærari á Danmarks Lærerhøj-
skole umframt, at hann hevur ferðast og
undirvíst í fleiri øðrum londum. Hevur
ferðast í Føroyum fleiri ferðir.
Keilhack, Konrad (1858-1944). Týskur jarð-
frøðingur. 1900 professari í Berlin.
Kindberg, Nils Conrad (1832-1910). Svenskur
plantufrøðingur. Lærari ymsastaðni í Svø-
ríki. Serfrøðingur í mosa.
Kjeld, Jacob Martin (1901-1965, f. í Elduvík).
Læraraprógv 1929 á Vordingborg Semi-
narium. Lærari fyrst í Danmark, frá 1930
ymsastaðni í Føroyum, síðan 1937 fastur
lærari við millum- og realskúlan í Havn.
Knudsen, Ejnar (f. 1888). Danskur land-
búnaðarfrøðingur. Stjóri á Royndarstøðini
í Hoyvík 1920-1934.
Knudsen, Martin Hans Christian. Danskur
alisfrøðingur. Cand. mag. (alisfrøði) 1896,
1912 professari á Polyteknisk Læreanstalt.