Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 113
BÓKAUMMÆLI:
Grót og grund. Úrvalsgreinir eftir Jóannes
Rasmussen. Føroya Fróðskaparfelag. Tórs-
havn 1984.139 bls. + jarðfrøðiligt kort.
29. februar í ár, á føðingardegi Jóannesar
Rasmussens, gav Føroya Fróðskaparfelag út
stakrit honum til heiðurs og í takksemi fyri
stóra arbeiði hansara í felagnum, fyri virkið
innan vísindi, føroyskt mál og mentan.
í bókini, ið er 139 bls. til støddar, eru end-
urprentaðar úrvalsgreinir um serstøk jarð-
frøðilig fyribrigdi í Føroya undirgrund.
Fremst í bókini er eitt frálíkt yvirlit yvir
jarðfrøðiligar rannsóknir frá eldri tíð til
okkara dagar. Siun ískoyti til bókmentalistan
er tilskilað áhugaverd lýsing av einstøkum
høvundum.
Jóannes fór undir bókmentaliga savningar-
arbeiðið longu tíðliga í jarðfrøðiliga lestrar-
skeiði sínum. Áhaldandi hevur hann leitað
seg fram til greinir og ritgerðir, prentaðar í
fjøld av vísindaligum ritum á ymsum málum.
Bókmentalistin er so fullfíggjaður, at hann er
eindømi, hvat viðvíkur viðgerðini av ávísum
føroyskum evni, og prógvar Jóannesar frá-
skila systematiska arbeiðslag.
Longu í 1939 fór Jóannes sum hjálparmað-
ur hjá Arne Noe-Nygaard professara í holt
við tær jarðfrøðiligu kanningar, sum skuldu
leggja grundina undir jarðfrøðiliga kortið
av Føroya undirgrund, sum kom út í 1969,
tríati ár seinni.
Grundleggjandi arbeiðið við hesum korti,
serliga viðvíkjandi skipanini av arbeiðnum
sum heild, kom so við og við at liggja á Jó-
annesi. Við áræði, hugsjónarríkur og sjálv-
kritiskur, slepti hann ongantíð einum iva-
máli, fyrr enn tað, eftir umstøðunum, var
granskað til botns. Stríð og strev kom ongan-
tíð til hugs.
At vera lættur upp á sporið er góður fyri-
munur hjá jarðfrøðingi, sum ferðast langar
leiðir millum fjalla, eisini har illgongt er,
ofta við grótfyltum posa á bakinum. Sum
gongumann var tað fáur, ið tók Jóannes.
Bráðlyndi og tolni samantvinnað eru helst
virðismiklir eginleikar hjá uppmátarum í
okkara svikafulla veðurlag. Tað er ikki á
hvørjum summardegi, at tað ber til at breiða
kortið út og at skriva og tekna í fikkubókina
undir víðum lofti. Regn og mjørki eru verstu
meinbogar, og vindur við ójøvnum køstum
nervar hæddarmátingarnar.
Men góðar summardagar mátti díkjast á,
og tá kom nógv á skaftið. Men slíkar dagar
kundi Jóannes inn ímillum leggja seg fram á
onkra túgvu at práta um okkurt annað enn
jarðfrøði, eitt nú um vøkstur og blómur á
staðnum. Slikar hvildarløtur vóru góðar.
Vit gingu næstan altíð tveir saman, og vit,
sum yngri vóru í fylgi við Jóannesi, fingu
nógv burtur úr hesari dygdargóðu vísinda-
ligu skúling. Men meginpartin av árinum, tá
ið útiarbeiðið mátti leggjast til viks, hevði
Jóannes úr at gera við savning og skráseting
av fyriliggjandi mátingum, at umhugsa,
granska og skriva, fyri tað mesta á Jarðfrøði-
savninum á Debesartrøð, men eisini partvíst
Fróðskaparrit 32. bók (1985): 118-119.