Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 113

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 113
BÓKAUMMÆLI: Grót og grund. Úrvalsgreinir eftir Jóannes Rasmussen. Føroya Fróðskaparfelag. Tórs- havn 1984.139 bls. + jarðfrøðiligt kort. 29. februar í ár, á føðingardegi Jóannesar Rasmussens, gav Føroya Fróðskaparfelag út stakrit honum til heiðurs og í takksemi fyri stóra arbeiði hansara í felagnum, fyri virkið innan vísindi, føroyskt mál og mentan. í bókini, ið er 139 bls. til støddar, eru end- urprentaðar úrvalsgreinir um serstøk jarð- frøðilig fyribrigdi í Føroya undirgrund. Fremst í bókini er eitt frálíkt yvirlit yvir jarðfrøðiligar rannsóknir frá eldri tíð til okkara dagar. Siun ískoyti til bókmentalistan er tilskilað áhugaverd lýsing av einstøkum høvundum. Jóannes fór undir bókmentaliga savningar- arbeiðið longu tíðliga í jarðfrøðiliga lestrar- skeiði sínum. Áhaldandi hevur hann leitað seg fram til greinir og ritgerðir, prentaðar í fjøld av vísindaligum ritum á ymsum málum. Bókmentalistin er so fullfíggjaður, at hann er eindømi, hvat viðvíkur viðgerðini av ávísum føroyskum evni, og prógvar Jóannesar frá- skila systematiska arbeiðslag. Longu í 1939 fór Jóannes sum hjálparmað- ur hjá Arne Noe-Nygaard professara í holt við tær jarðfrøðiligu kanningar, sum skuldu leggja grundina undir jarðfrøðiliga kortið av Føroya undirgrund, sum kom út í 1969, tríati ár seinni. Grundleggjandi arbeiðið við hesum korti, serliga viðvíkjandi skipanini av arbeiðnum sum heild, kom so við og við at liggja á Jó- annesi. Við áræði, hugsjónarríkur og sjálv- kritiskur, slepti hann ongantíð einum iva- máli, fyrr enn tað, eftir umstøðunum, var granskað til botns. Stríð og strev kom ongan- tíð til hugs. At vera lættur upp á sporið er góður fyri- munur hjá jarðfrøðingi, sum ferðast langar leiðir millum fjalla, eisini har illgongt er, ofta við grótfyltum posa á bakinum. Sum gongumann var tað fáur, ið tók Jóannes. Bráðlyndi og tolni samantvinnað eru helst virðismiklir eginleikar hjá uppmátarum í okkara svikafulla veðurlag. Tað er ikki á hvørjum summardegi, at tað ber til at breiða kortið út og at skriva og tekna í fikkubókina undir víðum lofti. Regn og mjørki eru verstu meinbogar, og vindur við ójøvnum køstum nervar hæddarmátingarnar. Men góðar summardagar mátti díkjast á, og tá kom nógv á skaftið. Men slíkar dagar kundi Jóannes inn ímillum leggja seg fram á onkra túgvu at práta um okkurt annað enn jarðfrøði, eitt nú um vøkstur og blómur á staðnum. Slikar hvildarløtur vóru góðar. Vit gingu næstan altíð tveir saman, og vit, sum yngri vóru í fylgi við Jóannesi, fingu nógv burtur úr hesari dygdargóðu vísinda- ligu skúling. Men meginpartin av árinum, tá ið útiarbeiðið mátti leggjast til viks, hevði Jóannes úr at gera við savning og skráseting av fyriliggjandi mátingum, at umhugsa, granska og skriva, fyri tað mesta á Jarðfrøði- savninum á Debesartrøð, men eisini partvíst Fróðskaparrit 32. bók (1985): 118-119.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.