Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 44
48
TELDAÐ RØNTGENFLlSING AV HEILUM f FØROYUM
tvær reisir vegna óvissa sjúkuavgerð ella til
at fylgja ávístum sjúkubroytingum. Yngsti
sjúklingur var 2 mðr. og elsti 84 ár.
Aldurs- og kynjabýtið sæst av bólkingini á
1. talvu. Vit síggja har, at munandi fleiri
menn enn kvinnur eru kannaðir í øllum ald-
ursbólkum, undantikið í bólkinum 10-19 ár.
56,5 % eru menn, 43,5 % kvinnur.
1. talva
Sundurbýting eftir aldri og kyni (n = 322)
(Distribution of age and sex)
Aldur (Age) Mannfólk (Male) Konufólk (Female) Tilsamans (Total)
0-9 14 6 20
10-19 24 27 51
20-29 21 13 34
30-39 22 16 38
40-49 23 17 40
50-59 26 20 46
60-69 32 23 55
70-79 19 17 36
80-89 1 1 2
Tilsamans 182(56,5%) 140 (43,4%) 322
(Total)
Lutfallið millum kvinnur og menn er so-
leiðis 1,3/1. 168 sjúklingar (49,5 %) eru end-
urkannaðir eftir innspræning við skuggaevni.
45 (13,2 %) eru kannaðir i almennari doyv-
ing, diazephamrúsi ella við andahjálp. 48
(14,1 %) av kanningunum eru gjørdar í bræði
(akut). 55 % av sjúklingunum vóru á sjúkra-
húsinum, 45 % vóru útigangandi.
Kanningarlutfallið, t.e. kannað fólk upp á
1000 íbúgvar er 7,5. Hetta er eitt rættiliga
høgt tal, ið sigur okkum, at longu eftir 1 ári
eru lutfalsliga rættiliga nógv fólk kannað.
Á 2. talvu síggja vit ávísingarsjúkuavgerð -
ina, ið førdi sjúklingin til CT-kanningar.
Størsta talið er illgruni um heilavøkstur,
samanlagt 79. Úti við so ofta er illgruni um
æðrasjúku, samanlagt 72. Aðrar vanligar
ávísingarorsakir er illgruni um niðurfalss ótt (epilepsi), høvuðverkur, svimbul, heilasvinn, skaðar og einstakar aðrar orsakir. í 31 førum vóru tað fleiri orsakir ella illgrunar, ið førdu sjúklingin til kanningar. 2. talva Ávísingarsjúkuavgerðir (n = 339) (Diagnoses of Reference)
Vøkstrir (Tumores) 68
Frávøkstrir (Metastases) 6
Afturkoming (Recurrence) 5
Vøkstrir tilsamans (Total) 79 (23,3 %)
Æðramein (Vascular insults) 59
Bløðing undir harðserkinum (Haematoma subduralis) 3
Bløðing undir lokkanetserkinum (Haemorrhagia subarachnoidalis) 5
Æðramein tilsamans (Total) 72(21,2 %)
Niðurfalssótt — krampar (Epilepsia) 50(14,7 %)
Høvuðverkur (Cephalalgia) 51
Svimbul (Vertigo) 13
Heilasvinn — dølskni (Atrofia cerebri — dementia) 12
Nýkomin løstur (Trauma acuta) 10
Sinnissjúka (Psychosis) 8
Eftirrák av løsti (Trauma seq.) 5
ígerð (Infektiones) 4
Bløðruskalli (Hydrocephalus) 3
Brek í eygnaholum (Mb. orbitae) 1
Annað (Various causes) 31 (9,1 %)