Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 86

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 86
90 PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI Føroya Fólkaháskúla. Frá 1973 eisini savnslærari á Fornminnissavninum. Jensen, Christian Erasmus Otterstrøm (1859- 1941). Danskur apotekari og plantufrøð- ingur. Cand. pharm. 1882. Var fyristøðu- maður á Kirke Hvalsø Apotek í Norður- sælandi til hann í 1917 fekk Nørrebros Apotek at reka. Sera kønur mosagranskari. Var í Føroyum frá 7. mai til 15. aug. 1896, mesta av tíðini saman við F. Børgesen. Umframt sínar egnu innsavningar navn- greindi Jensen eisini tilfar frá hinum plantu- frøðingunum, ið arbeiddu við Føroyar um aldaskiftið. Jeppesen, J. (1855-1927). Danskur skúlalærari við Gjedved og Ranum Seminarium. Stóran áhuga fyri plantum og kønur á hesum øki. Var í Føroyum í 1913. Jessen, Knud (1884-1971). Danskur plantu- frøðingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1911, dr. phil. 1920. Hjálparmaður, seinni fyri- støðumaður á Danmarks geologiske Undersøgelses Moselaboratorium. Profess- ari í plantufrøði við Keypmannahavnar universitet 1931-55. Tann fyrsti danin, ið fór undir at gera plantusáð-kanningar (pollen-). Hann ferðaðist i Føroyum summarið 1922 saman við Hilmar Ødum og kannaði mýrarnar og tær gróðrarleivdir, sum í teimum vóru. Joensen, Hans Debes (f. 1913 á Tvøroyri). Cand. med. í 1939. Landslækni í Føroyum 1949-79. Dr. med. 1954. Var viðtil at stovna Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskapar- setur Føroya. Joensen, Jákup Sverri (f. 1919 í Sandavági). Mag. scient. (dýrafrøði) 1951. Fyristøðu- maður á Fiskirannsóknarstovuni sama árið. Jóhansen, Jóhannes M. H. (f. 1937 á Strondum). Cand. mag. (plantufrøði) 1966. Vísindaligur hjálparmaður á Danmarks geologiske Undersøgelse 1966-80. Frá 1980 deildarstjóri á Føroya Náttúrugripasavni. Síðan 1984 settur fyristøðumaður á savn- inum. Jónsson, Helgi (1867-1925). íslendskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1896. Dr. phil. 1910. Serfrøðingur í tarasløgum. Var í Føroyum saman við dønum frá 26. okt. til 9. des. 1897. Lærari við Mentaskúlan í Reykjavík. Kampp, Aage H. (f. 1906). Danskur landafrøð- ingur. Cand. mag. (landalæra) 1933. Dr. phil. 1959. Lærari á Danmarks Lærerhøj- skole umframt, at hann hevur ferðast og undirvíst í fleiri øðrum londum. Hevur ferðast í Føroyum fleiri ferðir. Keilhack, Konrad (1858-1944). Týskur jarð- frøðingur. 1900 professari í Berlin. Kindberg, Nils Conrad (1832-1910). Svenskur plantufrøðingur. Lærari ymsastaðni í Svø- ríki. Serfrøðingur í mosa. Kjeld, Jacob Martin (1901-1965, f. í Elduvík). Læraraprógv 1929 á Vordingborg Semi- narium. Lærari fyrst í Danmark, frá 1930 ymsastaðni í Føroyum, síðan 1937 fastur lærari við millum- og realskúlan í Havn. Knudsen, Ejnar (f. 1888). Danskur land- búnaðarfrøðingur. Stjóri á Royndarstøðini í Hoyvík 1920-1934. Knudsen, Martin Hans Christian. Danskur alisfrøðingur. Cand. mag. (alisfrøði) 1896, 1912 professari á Polyteknisk Læreanstalt.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.