Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 9
FROÐSKAPARRIT OG MENTUNARGRUNNUR FØROYA 7 av tí, at prentingarkostnaðurin hevur roynst størri enn upprunaliga ætlað, men eisini av tí at haldaratalið í Havn enn er at kalla einki. I 1953 og 1954 hevur Mentunargrunnurin sum avtalan upprunaliga var, staðið fyri av- greiðsluni av Fróðskaparriti í Føroyum, men av ymsum umstøðum buðu vit okkum sjálvir til at gera hetta í ár, umframt ritstjórn og bókabýti við umheimin. Vit kunnu kortini síggja at arbeiði við ritstjórn og bókabýti nú er vorðið so stórt at vit í framtíðini ikki kunnu átaka okkum avgreiðsluna afturat. Eins og tað sæst av hjálagda lista viðvíkj- andi bókabýtinum, er hetta býti nú vorðið rættiliga stórt og komið í fasta legu við nógv- ar vísindaligar stovnar í útlandinum, og við tað at so nógvir stovnar hava latið ritgerðar- røðir teirra fleiri ár aftur í tíðina - t.d. hevur Norske Videnskabernes Selskab í Trond- hjem latið allar 3 røðir sínar 25 ár aftur í tíð- ina - vildi tað komið ógvuliga (illa) fyri, um hetta býtið skuldi støðga. Vit halda tí, at tað nú er neyðugt at vita, um útgávan av Fróðskaparriti kann sigast at verða peningaliga tryggjað longur fram í tíð- ina, og skulu vit tí loyva okkum at biðja urn, at Mentunargrunnurin vil játta at átaka sær útgávuna av Fróðskaparriti árini frameftir, kortini so, at ritstjórnin hvørt ár sigur grunn- inum frá frammanundan, hvussu nógv bókin ætlandi kemur at kosta, og at grunnurin sam- tykkir hesa ætlan, áðrenn bókin fer í prent. Um Mentunargrunnurin ynskir l'leiri upp- lýsingar, eru vit sjálvandi altíð tilreiðar at koma á fund sarnan við stýrinum. Hetta skriv er tikið við her, ikki einans sum “umbering” fyri tað, sum á pappírinum tóktist at vera eitt hall av útgávuni av Fróð- skaparritum, men eisini til tess at vísa á miðvísa arbeiði felagsins fram ímóti einurn av endamálum sínum: at leggja støðið undir ein komandi lærdómsstovn í Føroyum. At Mentunargrunnurin hevur skilt “umbering- ina” rætt, sæst í ársfrágreiðing felagsins fyri 1954/55, har m.a. stendur: “Tað hevur higartil verið soleiðis, at felagið á hvørjum ári hevur søkt Mentunargrunnin urn at taka útgávuna av ritinum uppá seg. Her er hend tann broyting, at grunnurin nú hevur tikið uppá seg at útgeva bókina fyri longri ára- mál fremeftir uttan at søkjast skal um hetta hyørt ár.” Tað vardi kortini ikki leingi, til boð aftur vóru eftir felagnum um útgávu og kostnað av Fróðskaparitum, og soleiðis hevur tað verið við jøvnum millumbilum upp ígjøgn- um árini. Og rætt er, at inntøkurnar av Fróð- skaparritum hava leingi verið í minking, men enn sum áður fær Mentunargrunnurin ágóðan av haldi og sølu, samstundis sum Føroya Landsbókasavn fær vísindarit í býti fyri Fróðskaparrit - og Supplementa til Fróðskaparrit, sum felagið gevur út. Her skal tó viðmerkjast, at eisini bókabýtið er minkað rættiliga fitt seinnu árini, í fáum førum av minkandi áhuga fyri ritunum hið- ani, heldur av spariorsøkum á stovnunum, felagið hevur havt býtissamband við. Somuleiðis ger nýggja tíðin seg galdandi. Summi av tíðarritunum uttaneftir eru ikki longur til á pappíri, men koma út í talgild- um líki. í 1. bók av Fróðskaparritum eru allir stovn- ararnir - og harvið fyrstu limir felagsins - umboðaðir: Rasmus Rasmussen, R. K. Rasmussen, H. D. Joensen, Axel Poulsen,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.