Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 80

Fróðskaparrit - 01.01.2002, Page 80
78 ORÐ VIÐ FREMMANDUM ATSKOYTUM í FØROYSKUM ORÐABÓKUM so mikið at heimamálinum, at tað ljóðfrøði- liga (fonetiskt) og formfrøðiliga (morfolog- iskt) kennist heima í málinum. Summi orð hava verið hildin at vera óheppin í málinum frá málrøktarligum sjónarmiði, og tí hevur hevd verið at taka sum minst av teimum við í orðabøkur. Ein stórur partur av hesum orðum er tað, ið henda grein skal snúgva seg um. Tað eru orð við atskoytum (affiksum), ið eru av ónorrønum uppruna. Orðini eru vanlig í talumáli, og einstøk av hesum atskoytum eru vorðin virkin í talumálinum, so at til ber alsamt at nýta tey til nýggja orðagerð. Ein hevur varhugan av, at sera ymist er, hvussu hesi orð verða handfarin í føroysk- um orðabókum av fyrstantíð. Stundum verða tey sáldað frá og stundum viðfarin sum arvorðini. Tískil verða nakrar orða- bøkur kannaðar fyri, hvussu stórt tal av hes- um orðum tær loyva. Fyrst skal verða sagt eitt sindur um málrøkt, og síðan eitt sindur um atskoyti og um málsøguna, ið er knýtt at hesum orðbragdi. Ymisk sløg av málreinsing Málreinsing (purisma) er ein partur av mál- røktini, og hon hevur havt stóran týdning viðvíkjandi orðaúrvali til føroyskar orða- bøkur. Kanadiski málgranskarin George Thomas vísir í ástøðiliga verki sínum Linguisticpurism (1991) á, hvussu purisma kann virka ymisliga í málsskipanini, og tað kann lýsa orsøkina til, at orð við fremmand- um atskoytum vanliga verða lúkað burtur í góðum skrivligum stíli og í orðabókum. Sambært George Thomas ber til at býta purismu ella málreinsing í 6 bólkar: 1. Fonologisk purisma. T.e. tað at byrgja upp fyri fremmandum Ijóðum og ljóð- sambondum. 2. Morfologisk purisma. T.e. tað at royna at sleppa undan fremmandum atskoyt- um og fremmandari bending. 3. Syntaktisk purisina. T.e. tað at royna at sleppa undan fremmandum orðalag. 4. Leksikalsk purisma. T.e. at royna at sleppa undan fremmandum orðum, og í staðin gera orð á heimligum botni. 5. Semantisk purisma. T.e. at royna at sleppa undan beinleiðis tøkutýðingum ella neyðtýðingum. 6. Ortografisk purisma. T.e. ikki at nýta fremmand tekn, men í staðin fáa orðið at hóska til ljóðmyndina hjá heimamálin- um. Seta vit orð við fremmandum atskoytum inn í hesa skipan, kunnu tey fyrst og fremst skipast undir leksikalska purismu (4), men síðan, tá ið atskoytini eru vorðin virkin, undir motfologiska purismu (2). Harum- framt koma hesi orð eisini undir fonolog- iska purismu (1), tí herðingin, ið er eitt fonologiskt fyribrigdi, á hesum orðum er ónorrøn. Herðingin er nærum altíð á øðrum stavilsi og ikki fyrsta, og er tískil ólík herð- ingini á arvorðunum. Hvat eru atskoyti? Atskoyti er orðpartur, ið knýtir seg at høv- uðsorðpartinuin. Atskoyti kunnu lættliga nýtast uttan fyrilit til orðagerð í mæltum máli, og hetta verður gjørt uttan at hugsað verður um, um atskoytið er av fremmand- um ella heimligum uppruna, tí atskoyti hátta sær í málinum nærum eins og leys
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.