Fróðskaparrit - 01.01.2005, Síða 144
142
NEWS AND PROGRESS 2004
ture of the movement of the inversion
structures in the FSC provide new tempo-
ral constraints which help to understand
better the controlling mechanism of pas
sive continental margins.
Jakup Reinert Hansen,
Mellem kor og skib. Jacob Dahls færøske postiller.
(477 p. mit deutscher Zusammenfassung)
Føroya Fróðskaparfelag, Supplementum XXXIX. Tórshavn 2004.
Ph.D.-ritgerð vard á Det teologiske Fakultet. Aarhus Universitet 26. aug. 2004.
Jákup Reinert Hansen, Between Chancel and Nave. Jacob Dahl’s Faroese Church Postils.
Ph.D.-thesis. The defence took place at Faculty of Theology. University of Aarhus.
Denmark on 26th August 2004.
Samandráttur
Jacob Dahl, próstur, (1878-1944) eralment
viðurkendur sum faðir at tí føroyska kirk-
jumálinum. Nýggja Testamenti, kirkj-
unnar altar- og ritualbøkur, Luthers lítla
katekismus og nógvir sálmar verða fram-
vegis nýtt, soleiðis sum tey vórðu sett í
gildi í hansara umseting. Haraftrat hevur
hann mýkt tað føroyska málið og lagað
tað til sum prædikumál. Hetta kemur til
sjóndar í teimum nógvu talum og prædik-
um, hann helt á føroyskum máli og seinni
gav út. Fremstar teirra millum eru tær
báðar lestrabøkurnar í lýsing frá 1934 og
Meðan hildið verður heilagt frá 1948, sum
her verða viðgjørdar.
Tær prentaðu prædikurnar verða í
ritgerðini samanbornar við upprunahand-
ritini og tulkaðar við at greina týðandi
hugtøk í teimum. Gjøgnumgongdin er
trinitariskt skipað á sama hátt sum hin
apostólska trúarjáttanin og sálmabókin.
Eftir at hvør trúargrein er tulkað, verð-
ur mett um úrslitið eftir einum modelli,
sum í sínum uppruna stavar frá týska
gudfrøðinginum Schleiermacher, men
verður sett fram av Dahl sjálvum í præd-
ikuni, sum hann helt í Havnar kirkju
1. sunnudag í advent 1934. Dahl nýtir
kirkjurúmið við kóri, skipi og altari sum
fyrimynd, tá ið hann skal lýsa, hvat ein
prædika er.
Kórið ímyndar í hesum høpi Guðs orð og
gudfrøðina, og víst verður á, at Dahl ikki
sum væntað í serligan mun er ávirkaður av
eldri, lutherskt ortodoksari ella pietistiskari
læru. Heldur er tað undirvísingin á lærda
háskúlanum í Keypmannahavn við lærarum
sum Peder Madsen, C. Henrik Scharling
og V. Aminundsen, sum hevur dánað gud-
frøði hansara: ein liberal gudsfatan, ein
subjektiv sáttargerð, eitt trúarlív, sum
í stóran mun byggir á egnar kenslur og
royndir, sinnalagsetikkur.
Skipið ímyndar bæði í Dahls prædiku-
fatan og í hesi tulking kirkjufólkið,