Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 85
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BL/VA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
83
tíð: nútíð fyri lialcla og framtíð fyri vænta.
(2) I staðin fyri blíva í øðrunt setningsliði
hevði ein væntað føroyska formin fara at
(verða) sambært hevdbundnum orðalagi.
Tað gamla og hevdbundna orðalagið á før-
oyskum fyri at siga, at nakað er á veg, er
fara (at) sum avmarkað sagnorð, fylgt av
sagnorði í navnhátti. Hetta fevnir eisini um
hjálparsagnorð, sum í døminum: eg haldi/
eg vænti, tað fer at verða meir ensk ávirkan
í hvørjum. Tað er soleiðis aftur orsølc til at
spyrja, um almenna danska ávirkanin av
orðalagnum og -tilfeinginum ikki eisini
man ávirka valið av sagnorði, tá tað stendur
millum blíva og verða.
Um vit fara beinleiðis til Nr. 7, finna vit
júst dømi um tað føroyska halda at, nýtt í
staðin fyri danismuna trúgva, fyri at fram-
bera persónliga hugsan. í hesum døminum
stendur verða í einfaldari nútíð beint
framman fyri tiðarhjáliðin nú. Vit skulu her
merkja oklcum áhugaverda fyribrigdið, at,
um vit skifta verða út við sambindingarlið-
sagnorðið vera broytist leiti, og varandi
gerð dettur burtur: eg haldi, tað er meir nú
enn tá eg var ung. Hetta er ein frásøgn um
roynd og veru, og hevur ikki gongd í sær, ei
heldur er nøkur framtíð roknað uppí.
Harafturímóti við verða fær røðarin sagt
nakað, ið hevur gongd við sær, t.v.s. mynd
av gerð, ið longu er í gongd, og sum fer at
halda á. Vit fáa her eitt gott dømi um
merkingina av sagnorðinum verða, og skulu
vit kanna eftir, um hon er hin sama í bliva.
Nr. 2 er eitt dømi av verða í nútíð, nýtt
um framtíð. Hetta vita vit tí, at tunnilin var
ikki latin upp, tá samrøðan varð hildin. Aft-
ur eitt fyrimyndarligt dømi um nýtslu av
formligari nútíð fýri at siga nakað um fram-
tíð. Leiti í setninginum er varandi gerð,
eftir sum vit vita, at talan er um áhaldandi
støðu í væntu.
Nr. 6 er av sarna slagi sutn 2. Hóast set-
ningsbygnaðurin er danskur í næsta setn-
ingsliði: kemur at í staðin íyri fer at, er kort-
ini veróa valt sum hjálparsagnorð. Eisini
Nr. 8 sýnir dømi um val av verða saman við
danismuni behøvast beint frammanundan.
Setningurin hevur hvørki gerðarsagnorð
ella annan lið, ið ber boð um leiti. Kortini
gevur málberingin um tæri (kvalitet) í
nýggjyrðum varhuga av varandi støðu. Nr.
3 er eitt dømi um endurtakandi gerð við
háttarhjáliðinum sjáldan, t.v.s., at uttan-
landsferðirnar hjá familjuni sjáldan gerast
longri enn til Danmarkar. Nr. 5 er serkent
føroyskt við verða í nútíð fyri at málbera
báði nútíð og framtíð, og undirskilti lýs-
ingarhátturin (implisitt partisipium) avfara
lagdur burturúr (elipsa), men hetta er kortini
sami formurin, sum viðgjørdur er í parti 5.1
omanfyri.
Vit skulu eisini taka Nr. 9 við, har heim-
ildarfólkið ger sær hugsan um, hvussu
verður, tá inóður-málið verður ávirkað av
fremmandum málum, og hann sigur nakað
um broyting, sum tá fer at gera seg galdandi
viðvíkjandi orðavali. Eisini hetta er ein frá-
søgn um varandi leiti, ið hugsast kann, uttan
at annar liður er enn sjálvt hjálparsagnorðið,
sigur frá varandi leitinum.
At enda skulu vit geva okkum far um Nr.
10, har tað eitt sindur tunga týdningarmikið
verður nýtt í staðin fyri viktugt. Hendan
dansiman varð skrásett at vera heilt nógv
nýtt millum tey 118 heimildarfólkini. Sam-
an við tí rótføroyska týdningarmikið hevði
verið heldur løgið at hoyrt blíva, nakað ið