Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 91
THE DISTRIBUTION OF THE TWO AUXILIARY VERBS
BLÍVA AND VERÐA IN MODERN SPOKEN FAROESE
89
spurd tað seinasta hálvárið. í hvussu er, var
hugsanarúrslit teirra nakað soleiðis sum ein
av teimum segði: “v/d verða ereinki himpr,
tað verður soleiðis og verður verandi‘\ Við
hesum í huganum, gjørdist umráðandi at fáa
nágreiniligari frágreiðing um blíva. Hjá sjey
av heimildarfólkunum var svarið soljóð-
andi: “nei, tað er meir hatta, at tað fer at
verða so“, ella sum ein annar teirra málbar
seg: “at verða til nakað“. Tá hugsað verður
um kanningamar viðvíkjandi dømunum (di)
og (d2), eru hesar frágreiðingar ikki so heilt
ótýðiligar. Fyri at tryggja rætta fatan, varð
kortini, spurt umaftur, um tað er soleiðis, at
blíva hevur ikki í sær hetta ‘at tað verður
verandi‘1 Hetta váttaðu sjey av heimildar-
fólkunum uttan at ivast. Við øðrum orðum
kunnu vit siga: Fyri at málbera seg um nak-
að, ið varir við, ella hevur áhald, sigur minst
helvtin av heimildarfólkunum seg vera
tilvitað um, at tað er verða, ið hevur hetta
við sær. Hetta vil kortini ikki siga, at øll liini
fimm vóm ósamd, við tað at tvey av teim-
um løgdu mesta dent á, at tey ikki høvdu
hugsað um tað, og tí høvdu trupulleika við
at síggja tað.
Niðurstøðan av hesum siðsta umfarinum
kann illa tulkast til annað enn tað, ið longu
er komið fram omanfyri. Við at nýta verða
fser hann, ið tosar, málborið seg um nakað,
ið ‘verður verandi‘, og hetta vil siga, at
málfrøðiliga merkingin í orðinum fevnir um
‘remain’/‘bleiben’. At ein setningur við
blíva vil siga, at ‘tað er... hatta, at tað fer at
verða so‘, verður haraftur ímóti tulkað sum
ein frásøgn um tilgongdina í sær sjálvari.
Hetta vil so siga, at blíva helst verður nýtt
um broytandi gerð, meðan verða kann
siga frá báði broytingarskeiðinum og var-
andi gerðini i ti, sum liggur fyri framman.
At blíva sostatt hcldur ikki verður nýtt, har
merkingin ‘remain’ skal vera við, fer tá at
samsvara við málfrøðiliga uppáhaldið hjá
Friedrich, at eitt sagnorð kann verða forðað
orsakað av, at íborna merkingin av tí er
ósambærilig við leiti í setninginum annars
(Friedrich, 1974:8).
Viðvíkjandi spurninginum um tátið í
talumáli, søgdu øll 12 seg vilja velja bliva.
Grundgevingin var, at munurin millurn
bindiliðasagnorðið vera og hjálparsagnorð-
ið verða ikki hevði komið nóg væl fram. í
skrivligum søgdu níggju seg vilja velja
verða í øllum førum, meðan trý søgdu, at í
einum formligum høpi høvdu tey mett um
møguleikan at nýta gerast: Nú kom veturin
ogjjøllini gjørdust hvít. Kortini varð dentur
lagdur á, at hetta helst er bókmentaligt mál,
og kanska serliga í nútíð: Nú kemur veturin
ogfjøllini gerast hvít. Denturvarð eisini lagdur
á, at dømi sum hetta síðsta ikki kunnu nýtast
í einum hvørjum skrivligum teksti, tað veldst
um liøpi og málstig. Óheft av tí, ið heimild-
arfólkini siga um hetta, er tað kortini ein sann-
roynd, at blíva, sum sýnt i (aa) undir parti
4.1.2, í tátíð ofta verður skift út við gerast í
skrivligum máli. Henda sannroynd váttar, at
málfrøðiliga merkingin i blíva er broytandi
gerð, við tað at gerast eins og formfrøðiliga
gjørdu sagnorðini ‘hvítna’, ‘sortna’, ‘blikna’
o.s.fr. koma inn undirmerkingina ‘become’/
‘werden’.
5.2.3 Markað ímóti ómarkað
málfrøðilig merking
I hesum høpi skal meir nágreinilig viðgerð
verða gjørd um tað, ið ofta verður rópt
markað og ómarkað, og í hvønn mun sagn-