Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 88

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 88
86 NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM verða. Báðir setningar fáa málfrøðiliga merking av varandi gerð við verða við, at báðir siga nakað um áhaldandi veðrið í morgin. Ella vit kunnu siga, at blíva við sínari málfrøðiligu merking av broyting verður ikki nýtt sambært hevdbundnum orðalagi í dømunum (ai) og (a2), eftir sum tað bert lýsir tilgongdina frá góðum tii ringt veður, og ikki hvussu verður framhaldandi við veðrinum í morgin. í fyrstu syftu tykist aftur, at ikki slepst undan málsligari ávirkan í dagliga málin- um, hesu ferð føroyskari ávirkan. Tað hoyr- ir við, at føroysk veðurtíðindi eru dagliga til staðar úr kringvarpinum, altíð í einum før- oyskum málbúna lutfalsliga óávirkað av donskum, og tað er ein partur av gerandis- degnum, flest øll vilja hava við sær, helst fleiri ferðir um dagin. Tílík daglig ávirkan vil óivað hava sínar avleiðingar. Hóast hetta, skal kortini verða peikað á møguleika fyri muni í málfrøðiligari merk- ing, ið kann liggja undir, og hava vit sæð dømi úr tilfarinum, ið bendir á, at málfrøði- liga merkingin av blíva tykist boða frá til- gongd, t.v.s. at blíva verður nýtt, har merk- ingin skal vera hin sama sum í ‘become’/ ‘werden’. Hettar er støðan í døminum við- víkjandi tilgongdini í, at børnini gerast eldri. Málfrøðiliga merkingin í verða í sambandi við veðrið í morgin tykist har- afturímóti at vera bæði ‘become’/‘werden’ og ‘remain’/bleiben’. Hesin munurin í málfrøðiligari merking skal kannast gjøllari í tí fylgjandi. Vit skulu tí afturat hesum taka nøkur dømi, ið sýna, hvussu blíva ikki hvar sum helst kann skift- ast út við verða í setningum, ið hava mál- frøðiligu merkingina varandi gerð. Dømi (bi) sýnir, at b/íva ikki kann nýtast um støðu, ið sigur frá bæði tátið, ið er nær, nútíð og framtíð: (bi) hon er komin iil okkara at verða eina tíð *hon er komin til okkara at bltva eina tíð Fyrsti sagnorðaliður er komin sigur at gerð- in er í gongd, verða í sínum navnháttaformi boðar frá um nútíðar varandi gerð, meðan tíðarhjáliðurin eina tíð tekur sær av nútíðar- og framtíðar varandi gerð. Við øðrum orð- um; eitt gott dømi um sín ámillum ávirkan av ibornu sagnorðamerkingini og øðrum málfrøðiligum luteinduin í setninginum í tráð við vísindaliga ástøði Brintons um Teiti ... framborið við sagnorða bendingar- formlæru og umorðingum’ (“Aspect [...] expressed by verbal inflectional morpho- logy and periphrases”) ella ástøði Fried- richs um ‘samansett leiti’. Setningur (bi) við verða hevur rætta bending, og má tí sama kunna sigast um setningin við blíva. Kortini verður hann ikki rættur sambært hevdbundnum orðalagi. Tá hann varð royndur við at spyrja 12 heim- ildarfólk, fekst ómisskiljandi svar: “hettar sigur eingin, ið dugir føroyskt”. Sjálvandi kann verða spurt, um tað ikki eins væl man vera bindilið-sagnorðið vera, ið man vera beinast her, heldur enn hjálparsagnorðið verða. Vegna málsligari ávirkan úr hinum Norðuiiondunum gerst spumingurin serliga áhugaverdur. Allarhelst vil ein roynd í nútíð geva svarið: (C2) hon er komin til okkara og verður eina tíð (C3) hon er komin til okkara og er eina tíð Hesir báðir setningarnir vórðu royndir seinri við at spyrja seks av heimildarfólk- unum, og svaraðu øll, at (02) mundi vera
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200
Blaðsíða 201
Blaðsíða 202
Blaðsíða 203
Blaðsíða 204
Blaðsíða 205
Blaðsíða 206
Blaðsíða 207
Blaðsíða 208
Blaðsíða 209
Blaðsíða 210
Blaðsíða 211
Blaðsíða 212

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.