Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 88
86
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM HVUSSU SAGNORÐINI
BLÍVA OG VERÐA KOMA FYRI í NÚTÍÐAR MUNNLIGUM FØROYSKUM
verða. Báðir setningar fáa málfrøðiliga
merking av varandi gerð við verða við, at
báðir siga nakað um áhaldandi veðrið í
morgin. Ella vit kunnu siga, at blíva við
sínari málfrøðiligu merking av broyting
verður ikki nýtt sambært hevdbundnum
orðalagi í dømunum (ai) og (a2), eftir sum
tað bert lýsir tilgongdina frá góðum tii ringt
veður, og ikki hvussu verður framhaldandi
við veðrinum í morgin.
í fyrstu syftu tykist aftur, at ikki slepst
undan málsligari ávirkan í dagliga málin-
um, hesu ferð føroyskari ávirkan. Tað hoyr-
ir við, at føroysk veðurtíðindi eru dagliga til
staðar úr kringvarpinum, altíð í einum før-
oyskum málbúna lutfalsliga óávirkað av
donskum, og tað er ein partur av gerandis-
degnum, flest øll vilja hava við sær, helst
fleiri ferðir um dagin. Tílík daglig ávirkan
vil óivað hava sínar avleiðingar.
Hóast hetta, skal kortini verða peikað á
møguleika fyri muni í málfrøðiligari merk-
ing, ið kann liggja undir, og hava vit sæð
dømi úr tilfarinum, ið bendir á, at málfrøði-
liga merkingin av blíva tykist boða frá til-
gongd, t.v.s. at blíva verður nýtt, har merk-
ingin skal vera hin sama sum í ‘become’/
‘werden’. Hettar er støðan í døminum við-
víkjandi tilgongdini í, at børnini gerast
eldri. Málfrøðiliga merkingin í verða í
sambandi við veðrið í morgin tykist har-
afturímóti at vera bæði ‘become’/‘werden’
og ‘remain’/bleiben’.
Hesin munurin í málfrøðiligari merking
skal kannast gjøllari í tí fylgjandi. Vit skulu
tí afturat hesum taka nøkur dømi, ið sýna,
hvussu blíva ikki hvar sum helst kann skift-
ast út við verða í setningum, ið hava mál-
frøðiligu merkingina varandi gerð. Dømi
(bi) sýnir, at b/íva ikki kann nýtast um
støðu, ið sigur frá bæði tátið, ið er nær, nútíð
og framtíð:
(bi) hon er komin iil okkara at verða eina tíð
*hon er komin til okkara at bltva eina
tíð
Fyrsti sagnorðaliður er komin sigur at gerð-
in er í gongd, verða í sínum navnháttaformi
boðar frá um nútíðar varandi gerð, meðan
tíðarhjáliðurin eina tíð tekur sær av nútíðar-
og framtíðar varandi gerð. Við øðrum orð-
um; eitt gott dømi um sín ámillum ávirkan
av ibornu sagnorðamerkingini og øðrum
málfrøðiligum luteinduin í setninginum í
tráð við vísindaliga ástøði Brintons um
Teiti ... framborið við sagnorða bendingar-
formlæru og umorðingum’ (“Aspect [...]
expressed by verbal inflectional morpho-
logy and periphrases”) ella ástøði Fried-
richs um ‘samansett leiti’.
Setningur (bi) við verða hevur rætta
bending, og má tí sama kunna sigast um
setningin við blíva. Kortini verður hann ikki
rættur sambært hevdbundnum orðalagi. Tá
hann varð royndur við at spyrja 12 heim-
ildarfólk, fekst ómisskiljandi svar: “hettar
sigur eingin, ið dugir føroyskt”.
Sjálvandi kann verða spurt, um tað ikki
eins væl man vera bindilið-sagnorðið vera,
ið man vera beinast her, heldur enn
hjálparsagnorðið verða. Vegna málsligari
ávirkan úr hinum Norðuiiondunum gerst
spumingurin serliga áhugaverdur. Allarhelst
vil ein roynd í nútíð geva svarið:
(C2) hon er komin til okkara og verður eina tíð
(C3) hon er komin til okkara og er eina tíð
Hesir báðir setningarnir vórðu royndir
seinri við at spyrja seks av heimildarfólk-
unum, og svaraðu øll, at (02) mundi vera