Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 23

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Side 23
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN 21 kuns ved deres Godgjørenhed være mere opmærksomme paa, hvo der er virkelig Trængende, at de ikke skule forøge Ledig- gjængeres og unødige Trygleres Tal, hvilket nok ofte erTilfældet.”31 Við “hjælpekilder” meinti hann eina betri fátækrahjálp. Fá- tækrakassin var ikki førur fyri at lata teim- um um leið 50, sum fingu stuðul úr kass- anum, munandi hjálp. 1 Danmark kom nýggj fátækralóg í 1803, sum staðfesti skyldu hins almenna at hjálpa teimum, sum ikki sjálv vóru før fyri at fáa tað neyðugatil lívsins uppihald. í hvørji sókn skuldi vera fátækrakassi umsitin av eini fátækranevnd við presti sum formanni. Eitt nýtt var, at fátækranevndin sum almennur myndugleiki kundi áleggja skatt til fátækra- kassan. Fátækranevndin skuldi kunna ávísa arbeiði til arbeiðsfør, ið ikki sjálv megnaðu at finna arbeiði, og eisini kunna ávísa inni- vist til treingjandi, um tað var neyðugt, ant- in við at senda tey upp á umgang ella at hava fátækragarðar, nevndir “arbejdsanstalter”, har fátækrafólk kundu búgva og arbeiða. Strangar reglur vóru um biddarar. Tað varð bannað at bidda, og biddarar skuldu verða handtiknir og revsaðir við fongsuls- revsing, antin upp á vatn og breyð ella við tvingsulsarbeiði. 1 1816 varð nevnd sett at meta, um henda lógin skuldi setast í gildi í Føroyum.32 I nevndina komu Løbner, sum sama ár varð settur amtmaður, eftir at løgmansembætið var avtikið. Hinir nevndarlimirnir vóru prósturin (P. Hentze) og Sevel sorinskrivari. Hesir tríggir sendu 17. apríl 1817 Danska Kanselinum “Plan til en bedre Indretning og Bestyrelse af Fattigvæsenet paa Færø- erne”.33 Teir søgdu seg hava hildið seg so nær tí donsku lógini sum til bar. Landið skuldi býtast í 8 fátækraøki, og fátækrakass- in umsitast av presti, sýslumanni og kirkju- verja. Yvirumsjón skuldu amtmaður, próstur og fúti hava. Biddarar vórðu í uppskotinum allýstir sum “alle, der ... anholder om almisse eller modtager samme”. Teir skuldu handtakast og fyrstu ferð fáa ávaring frá sýslumanni; vórðu teir tiknir aðru og triðju ferð, var revsingin fongsul upp á vatn og breyð í “Thorshavns Arresthus”, sum Portugálið nú varð kallað. Varð biddari tikin fjórðu ferð, skuldi revsingin vera 3 mánaða arbeiði í “Tvangshuset (om samme bliver indrettet)” ella annað alment arbeiði somuleiðis í 3 mánaðir. I næstu grein varð uppafturtikið, at arb- eiðsførir biddarar, sum ikki høvdu rætt til almenna fátækrahjálp, skuldu revsast við fýra daga fongsli upp á vatn og breyð fyrstu ferð, teir vóru tiknir. Av brævaskifti í sambandi við hetta lóg- ararbeiði skilst, at ein nevnd hevði verið sett í 1815 at taka støðu til at byggja eitt “tvangshus” í Havn. Tað er týðuligt, at amt- maðurin og hinir embætismenninir høvdu ætlað ella væntað, at lógin skuldi koma í gildi. Tað, at revsireglurnar fyri bidding fevndu um arbeiðsrevsing á tí, sum nú eitur “tvangshus” og ikki tukthús, kann hava verið ein grund til, at tankin framvegis varð tikin fram um at byggja ein tílíkan stovn í staðin fyri Portugálið, ið framvegis var nýtt sum fongsul. Lógin kom tó ikki í gildi i Føroyum, og einki meira kom burturúr at byggja nakran stovn, ið kundi sanunetast við fátækragarð, “tvangshus” ella tukthús.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.